Skip to main content
0
Category

Uncategorized

á Heygum/Nielsen Family 16 juni

By Uncategorized

Hvat hava RSP, Maria Ronnisdóttir, Rúna á Heygum og Ronny Nielsen til felags?

Jú, Heini úr RSP og Maria eru børn hjá songfuglunum Rúnu og Ronny.

Og nú verður høvi at hoyra konsert við fyrst Ronny, síðan Ronny og Mariu og til seinast RSP.
Kanska okkurt yvirraskilsi verður eisini.

Ronny kenna vit frá m.a. Paragraf, Black Birds o.ø. Millum mannað hevur hann í nógv ár verið roknaður sum ein av bestu rocksangarum á klettunum.

 

Maria brakaði í gjøgnum við sanginum Brævið og er nú aktuel við tárapressaranum, Góðan morgun, mín kæri.

 

 

RSP hava júst vunnið FMA fyri stórsta hittið í 2022. Gev mær meira pengar. Hesin og nakrir av hinum góðu, vera at hoyra hetta kvøldið.

 

Konsertin byrjar kl. 19.30 og tónleikurin ljómar líka til Ternan siglir seinasta túr kl. 22.20.

Vit gleða okkum almikið til eitt serstakt kvøld við inniligum sangi og bombastiskum rappi.

Tónlistahópur 26 juli

By Uncategorized

Tónlistahópur er nýstovnað trio, sum er samansett av einum föroyingi og tveimum íslendingum, sum eru búsettir í Akureyri.

Tey koma til Föroyar um Ólavsökutíð at syngja fyri föroyingum og gestum teirra. Skráin er samansett av nýligum íslendskum popp/jazz/indie fólkatónleiki og nýggjum útsetningum av gomlum íslendskum løgum. Summi løg eru frumsamd. Hópurin er samansettur av tónlistarfólki sum hava sungið og spælt alla sína tíð.

Bjarkey Sigurðardóttir
Född í 1978 og uppvaksin uttan fyri Akureyri. Móðir at tveimum ungdómum og lærari í Akureyri. Hevur verið í tónlistarskúla síðan hon var 8 ár og kom nærmast av óvart inn í sangverðina tá ið hon var um 17 ár.  Bjarkey bleiv liðug við sangútbúgving frá Tónlistarskúlanum á Akureyri í 1999 har hon debuteraði við hövuðsleiklutinum í Brúðleypi Figaros.

Lærdi framhaldsnám í 2 ár í Nýggja tónlistarskúlanum í Reykjavík hjá Alinu Dublik har tey framførdu m.a. Dido og Aeneas.

Bjarkey hevur verið virkin í fjølbroyttum tónlistarstílum og sungið klassiskar ariur líka so væl sum rocktónleik.

Bjarkey var í Føroyum í 2018 og tók lut í Fólkastevnuni har hon framførdi íslendsk tjóðløg. Hon hevur verið limur í Kammerkór Norðurlands síðan 2018.

Sigurður Ingimarsson
Sigurður H. Ingimarsson er tónlistarmaður frá Akureyri á Íslandi.

Sigurður er útbúgvin sanglærari frá Complete Vocal Institute í Keypmannahavn og hevur á sínari yrkisleið luttikið sum sangari í mongum stórum konsertum í Íslandi og í Norgi. M.a. hevur hann verið við í uppseting av Jesus Christ Superstar har hann bæði hevur havt leiklutin hjá Judas og einum av høvuðsprestunum. Og so hevur hann eisini verið við í Abba show á Broadway í Reykjavík.

Sigurður er eisini ein framúrskarandi guitaristur og hevur givið út frumgjørda tónlist og tikið lut í útgávum hjá øðrum tónlistarfólki sum solistur. Sigurður starvast sum tónlistalærari í Tónlistarskólanum í Eyjafirði.

Rannvá Olsen
Rannvá Olsen er fødd og uppvaksin í Tórshavn, men flutti til Reykjavíkar í 1993 í tónlistarnám har hon menntaði seg sum tónlistarlærari og kórstjóra frá Tónlistarskúlanum í Reykjavík.

Rannvá hevur sungið og spælt við mongum ýmiskum tónlistarfólki og hevur tikið virknan lut í tónlistaútgávum við manni sínum. Hon hevur tey seinastu árini verið sopran í Vox Feminae, Tarira og Kammerkór Norðurlands.

Vit í Maggies gleða okkum til hetta sermerkta kvøld.

Herborg Torkildóttir Band 7 juli

By Uncategorized

Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta lagið út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin innan tónleikaheimin í Føroyum.

Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg«, »Náttin var okay«, »Runt allar Føroyar« og seinast »Syngja í dur«.

Herborg skrivar sjálv sínar sangir, og hon ynskir, at lurtarin skal skilja “søguna” fyrstu ferð lagið verður hoyrt, og at man helst skal kunna kenna seg aftur, í teimum ymisku støðunum, sum verða lýstar.

Tann fyrsta konsertin hjá Herborg Torkilsdóttir var á Maggies í 2019, og nú, 4 ár seinni, kemur hon aftur!

Saman við Herborg hetta kvøldið, eru Rakul Petersen (guitar), Magni Husgaard (keyboard), Elin Maria Hansen (bass) og Henning H.Nicodemussen (trummir).

 

Soleiðis er opið í summar

By Uncategorized

Soleiðis er opið í summar.

Frá 16 mai til og við 14 august er opið allar dagar uttan mánadag. Tá er stongt.

Týsdag og mikudag 13.00 til 19.00 (Einans Fisk og chips á matarlepanum)
Hósdag 13.00 til 22.00
Fríggjadag og leygardag 13.00 til midnátt
Sunnudag 14.00 til 22.00

Køkurin er opin allar dagar til 19.00

Danny og Ingi 19 mai

By Uncategorized

Kom til Nólsoyar til eitt festligt kvøld í Maggies.
Danny og Ingi eru altíð garantar fyri stemningsfullum løtum við smílum og sangi.

Danny Baldursson kenna vit m.a. frá Danny & the Veetos við stór hittum sum Allright, Farvæl og Sunnukvøld í mai. Hann hevur nógv jørn í eldinum og hevur júst verið í L.A. í samband við nýggja útgávu, ið helst kemur út á altjóða marknaðin í nærmastu framtíð.
Ingi Poulsen kom stormandi á føroyska tónleikpallin við hitti aftaná hit ala Kostbar, Sama veg og hevur hon lovað. Og hansara tónleikaferð er júst byrja.

Danny & the Veetos hava vitja Maggies áður men tað hevur altíð sjarmerandi Ingi ikki.
Teir hava nú í eina tíð arbeitt nógv saman og er tað við spenningi, at vit síggja fram til framførsluna við teimum báðum hittmakarunum.

Keyp atgongumerki her á síðuni.

Marius Ziska 2 juni

By Uncategorized
Vit gleða okkum til at hoyra Marius Ziska aftur í Maggies.
Marius er helst okkara heitasta navn í løtuni og orkestrið er í topform eftir nógvar konsertir bæði í Føroyum og uttanlands.
Og so ikki at gloyma framúr framførsluna við Føroya symfoniorkestrið.
Keyp atgongumerki her á síðuni. Sølan gongur skjótt, so tað er at skunda sær.

Næturljóð 29 apríl

By Uncategorized

Vága-blues-balladu-rockur.

Næturljóð spæla eina góða blanding av nýggjum og gomlum, sum Holgar hevur skriva og spælt inn í ymsum samansetingum, umframt góða blanding av tøkuløgum við eitt sindur annarleiðis útsetingum.

Teir hava spælt saman í smá 2 ár, og nú halda teir seg til at lata tykkum hoyra úrslitið.

Holgar Jacobsen, sang, akustiskan og elgitar
Kristian á Høgabóli, elgitar
Hjalmar P. Petersen, bass
Napolion Magnussen, trummur

Maggies Café

Soleiðis er opið um páskirnar

By Uncategorized

Fríggjadagin 31 mars – 17.00 til 23.44
Leygardagin 1 apríl – 13.00 til 23.45 (Joan Jakku Guttesen, Sámal Ravnsfjal og Ronny Nielsen 20.00 – kr. 110,-)
Sunndagin 2 apríl – 14.00 til 22.00
Mánadagin 3 apríl – 13.00 til 19.00
Týsdagin 4 apríl – 13.00 til 19.00
Mikudagin 5 apríl – 13.00 til 23.45 (Terji Rasmussen 20.00 – ókeypis atgongd)
Skírisdag – 14.00 til 23.45
Langafríggjadag – Stongt
Leygardag 8 apríl – 14.00 til ? (stOvetónar runt í bygdini og kvøldarhugni við Eyðun, Terja og Kim í Maggies)
Páskadag – Stongt
2. Páskadag – 14.00 til 22.00

Køkurin steingir allar dagar kl. 19.00

 

Knút 10 juni Avlýst

By Uncategorized

Vegna ymsar umstøður er hendan konsertin tíverri avlýst. Vit royna at finna ein nýggjan dato. Haldi okkum til góðar.

FO:
Knút er ein av royndu føroysku tónleikarunum. Hann hevur skrivað og útgivið tónleik síðani aldarskiftið. Síðstu tíðina hevur Knút útgivið nøkur stakløg í egnum navni, og hann er eisini ávegis við síni fjórðu plátuútgávu.
Lyklaorð í lýsingini av nýggja tónleikinum hjá Knúti eru kveiking, modernað, psykedeliskt, gospel, rúmligt, dynamiskt og hjartaligt.
Knút heintar íblástur úr nógvum ymsum sjangrum og stílum í sannføringini um, at mest áhugaverdi tónleikurin kemur burturúr sameiningini av ymiskum inputti. Á konsertini fara Knút og bólkurin, hann hevur við sær, at framføra nýtt og gott gamalt.

Manning:
Knút Háberg Eysturstein: rödd & gittar
Mattias Kapnas: klaver & synth
Torleik Mortensen: bass
Per Ingvaldur Höjgaard Petersen: Trummur
Møguliga verður onkur surprise við eisini.

Keyp atgongumerki her á síðuni.

EN:
Knút (Knút Háberg Eysturstein) is a musician, songwriter and singer on the Faroese music scene. He has composed, performed and released music since the turn of the millennium and has recently released a few singles from his upcoming fourth album.
Knút has previously released three albums on Tutl Records (Havsglóð 2004, The Desert Holds A Flower 2009, On High 2013)..
Keywords in describing Knút’s new music are uplift, modern, psychedelic, gospel, spacious, dynamic, and heartfelt.
In keeping with the conviction that the most interesting music is made from the melding of different inputs, Knút draws inspiration from a wide variety of styles and genres.
“To me, music has always been about transcendence. It’s always been my way out.” Going way back, fast forward.

Buy tickets here.

Søren Manscher Trio 20 juli

By Uncategorized

Søren Manscher debuterede i 2019 ud som dansksproget solist med albummet Det Er Balancerne, Der Holder Sammen På Det Hele. Samtidig turnerede han landet tyndt som support for Søren Huss. Før det havde Søren Manscher huseret i undergrunden med to engelsksprogede bands – Harmonics og Oh Lois.

Den musikalske fremtidssti er allerede oplyst for Søren Manscher, og der er nok identitet og eget udtryk i sangene til, at han kan gå sine egne veje. På egne ben.
– Gaffa om debutalbummet Det Er Balancerne Der Holder Sammen På Det Hele

Med solodebuten fik han for alvor gjort sig bemærket og høstede store roser i medier som Politiken og Gaffa, mens den iørefaldende single “Jeg ser lagener blafre i vinden” var “ugens hit-tip” i P4 Play.

I 2020 fulgte han op med natte-EP’en Ø med tilhørende helstøbt videoværk fra det skandinaviske natteliv. Trods restriktions-udfordringer lykkedes det at gennemføre en længere turné med stuekoncerter i efterårsmånederne.

Forud for albumopfølgeren Den Stærke Sol (2022) har førstesinglen ”Det Gode Menneske” set dagens lys, rundet P4 og fået en visuel ramme med DIY-video fra en aftenkøretur i Velbastaður på Færøerne.

Anden single Jeg Ønsker Dig Et Godt Liv har også fået airplay på bl.a. P4. Søren Manscher er desuden fast guitarist i Brimheims liveband.

Søren Manscher udgiver sit andet album den 18. marts. Med det markerer han et stærkt musikalsk ståsted med sange fra virkeligheden fortalt med en stemme, der på én gang er ligetil og poetisk.

Flere af sangene er blevet til i samarbejde med andre – bl.a. Teitur og GRETA.

Sideløbende med udgivelserne har Søren spillet flere livejobs end de fleste i de seneste coronainficerede år. Med en lang række have- og stuekoncerter herhjemme og koncerter i både Norge og på Færøerne det seneste år, har han fundet mange alternative veje til livescener og publikum.

Med ham i Maggies er:
Torleik Mortensen – Bass
Hjørtur Háberg – Trommer