Skip to main content
0
Category

Uncategorized

LENA 28 juni

By Uncategorized

Lena Anderssen vitjar aftur í Maggies 

Vit gleða okkum til eitt kvøld, ið vit heilt vist rokna við fer at vera bæði intenst og inniligt. Við síni rødd, nærveru og persónligu forteljingum rørir Lena hjartastreingir við sangum so sum Oh Brother With The Broken Wing og Stones In My Pocket, meðan vit eisini kunnu roknað við at orkestrið fer at seta sín dám á í løgum so sum Let Your Scars Dance, Eagle In The Sky og Dream Chaser.

Fyri uttan mannin Niclas á guitar, hevur hon við sær Josva Debes á trummum og Johannus á Rógvu á bassi.

Lena hevur lati okkum fimm útgávur higartil og tvey stakløg komu í fjør. Væntandi kemur nýggj útgáva seinni í ár og roknast kann eisini við at okkurt av tí verður framført.
Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni.

 

Marius Ziska 29 apríl

By Uncategorized

Leygarkvøldið 29 april er aftur møguleiki at hoyra altíð inniliga og forførandi Hans Marius í Maggies.

Soleiðis skrivar Norðurlandahúsið um Marius í smb. við at teir skulu spæla við Føroya symfoniorkestri

Hans Marius Ziska verður av mongum hildin at vera ein av Føroya bestu sangarum og sangskrivarum.
Sum frontmaður í bólkinum Marius Ziska hevur hann givið fimm útgávur út. Eftir góðu móttøkuna, sum útgávan Home/Heim hjá Marius Ziska fekk – har helvtin av sangunum vóru á føroyskum – tók bólkurin eina avgerð um, at teirra næsta útgáva, Portur, skuldi øll vera á føroyskum. Heildarútgávan, sum bólkurin er í holt við at leggja seinastu hond á í hesum døgum, og sum eftir ætlan skal koma út í heyst, verður somuleiðis øll á føroyskum. Marius Ziska er ein ambitiøsur bólkur, bæði hvat tónleiki og tekstum viðvíkja. Bólkurin megnar støðugt at skapa eina sera modernaða og tó eksperimenterandi ljóðmynd.

Tónleikararnir í bólkinum megna sera væl at ferðast millum ymiskar tónleikasjangrur, og hoyrir tú tí íslett av øllum frá fólkatónleiki til rokk, jazz og blues, tá ið tú ert til eina konsert hjá Marius Ziska. Manningin, ið myndar bólkin Marius Ziska, er Hans Marius Ziska, Allan Tausen, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak, Magnus Johannesen og Jan Rúni Poulsen. Teksthøvundur er Hans Jacob Kollslíð.

ð í februar:

Várfólk í Maggies 2 mars

By Uncategorized
Fólkatónleikarafelagið skipar fyri hugnaligum kvøldi í Maggies.
Ungfólk í Nólsoy spæla spælimannstónleik
Janus á Húsagarđi
Enekk
Spælimennirnir í Hoydølum
Spælimennirnir í Nólsoy

Ester Skála 8 juli

By Uncategorized

Summartónar í Maggies

Ester Skála er ein songkvinna, ið hevur skriva løg síðan hon var 13 ára gomul.

Tónleikurin hevur altíð havt eitt sera stórt pláss í hennara hjarta og henni dámar væl at vísa sína list til onnur.

Ester hellir mest móti pop genruni men kann til tíðir eisini sveima millum indie og alternativan pop.

Henni dámar væl at vísa sínar kenslur gjøgnum tónleikin, serliga gjøgnum lagið sjálvt.

Hennara løg snúgva seg mest um kærleika, lívið og eru expressionistiskt. Hon var væl móttikin sum 15 ára gomul tá hon fyri fyrstu ferð framførdi, og síðan tá hevur hon verið væl móttikin.

Sangur: Ester Skála
Trummur: Harald Fonsdal Johannesen
Bassur: Noe Chaparro
Keyboards: Jákup Tórgarð

English:
The redheaded girl with big curly hair is Ester Skála, which she keeps as her artist name.

She is an independent artist and is fully Faroese. She has written songs since she was at the age of 13.

Music has always had a big place in Ester’s heart and has sung since she can remember.

Music is her way of expressing her feelings, especially through melody. Music leaves her with a passionate and ecstatic feeling, yet with an uplifting feel. Ester’s lyrics are usually simple, yet poetic, expressionistic, love-based and speaks about lives situations.

She usually writes all the lyrics and melody herself.
Her genre of music is mostly pop music, but she delves into genres such as Electronic, Alternative, Indie and singer-songwriter.

Her breakthrough year was when she was at the age of 15, when she for the first time showed off her music to the public. She was well received and has performed in several places since in the Faroe Islands.

 

WAKO 20 mai

By Uncategorized

Summartónar í Maggies.

Við seks útgivnum plátum og hundraðtals konsertum fingnum frá hondini, spæla Wako við einum myndugleika og persónligheit, sum setur teir á fremsta rað í norðurlendskum jazzi.

Tónleikurin er altíð neyvt stillaður eftir áhoyrarunum, umhvørvinum og tí tónleikaliga tilfarinum, sum ger at hvør konsert er eitt eindømi.

Wako hava tikið teirra støðugt mennandi kreativititet og musikalitet við teimum kring Europa og Asia, og spælt konsertir bæði sum kvartett, saman við strúkarunum í Oslo Strings og við framúr trompetleikaranum Arve Henriksen, umframt øðrum. 

Hvør sær kunnu tónleikararnir eisini hoyrast í verkætlanum sum Hegge, Flukten, Megalodon Collective, Espen Berg trio, Kjetil Mulelid Trio og Trondheim Jazz Orchestra.

Wako eru:
Kjetil Mulelid – piano
Martin Myhre Olsen – saksofon
Bárður Reinert Poulsen – bass
Simon Olderskog Albertsen – trummur

Wako (EN):
With six albums and hundreds of live performances under their belt, Wako plays with an authority and personality that places them at the forefront of Nordic jazz.

According to Mark Sullivan (All About Jazz – US), Wako is “a Norwegian jazz collective with a real collective sound”, and the previous album “Wako” (Øra Fonogram, 2020) was put on the top list of Jazzwise (UK) both in March and April 2020.

The scope of the music is always carefully adjusted to the audience, environment and musical material, which means that the concerts are not only superlative, but also unique experiences.

In short, Wako is one of the most impressive young live groups on the scene today. Individually, the musicians can also be seen in projects such as Hegge Flukten, Megalodon Collective, Espen Berg trio, Kjetil Mulelid Trio and the Trondheim Jazz Orchestra.

 

Fiona Folk Brothers 6 mai

By Uncategorized

Summartónar í Maggies.

RÅ DANSK FOLKEMUSIK
Bandet spiller folkemusik i sin rå form så violinerne gnistrer og sveden springer.

5 af Danmarks mest erfarne folkemusikere spiller med et drive og et swing der ruller, så det er umuligt at sidde stille. Krydsningen af skolede musikere og erfarne spillemænd, der har lært direkte fra kilden, giver en unik autoritet, og samtidig et højt teknisk niveau.

En aften med FFB byder på saftig musik fra den Fynske muld over gamle revymelodier fra de Københavnske revyscener til den legendariske enarmede spillemand fra Endelave.

Så slip din indre vildskab løs og hold på hat og briller – det bliver en uforglemmelig aften, hvor man smittes af bandets gode humør, energi og umiddelbarhed.

 THE BROTHERS
Jesper Vinther på harmonika, Jes Kroman og Michael Graubæk på violiner i front. Bagved står Peter Sejersen og Theis Langlands der med bas og klaver holder styr på butikken og sørger for at skidtet swinger. Vores dygtige violinspillere blev som de første udnævnt som Danske Rigsspillemænd i 2015.

Tilsammen har de spillet flere koncerter, end man kan tælle på 100 hænder, og vundet adskillige priser for deres musik.

Jes Kroman vil være kendt fra en turne på øerne i 1986 med gruppen La Bastringue.

KITOBAPELEI tulkar Regin Patursson

By Uncategorized

KITOBAPELEI tulkar Regin.

Musikaramaggiterningurin KITOBAPELEI tvs. Kim Hansen, Torleik Mortensen, & Bartal, Per Ingvard Højgaard Petersen og Leivur Thomsen – fara leygarkvøldið 14. januar 2023 at tulka løg og tekstir eftir Regin Djurhuus Patursson.

Regin?

Regin D. Patursson kenna fólk helst, uttan at vita tað.

Tey, sum ganga í skúla syngja “Sleturokk” og vit, sum eru eitt sindur eldri, kenna “Helenu Haru” umframt fleiri sangir frá sjónleiki og kabarettum.

Men fólk vita helst ikki, at Regin hevur skrivað tíggju- ella hundraðtals sangir seinastu… ja, 50 árini. Sangirnir hava tó ikki verið alment frammi, tí oftast eru teir tiknir upp á kassettuband og síðani endaðir í einum ringbindi.

Tað er eitt sovorið ringbind við kassettubondum, KITOBAPELEI hevur fingið hendur á.

Og leygarkvøldið 14. januar fara teir at tulka 10 løg.

Um løgini kann sigast, at tekstur og lag hanga ótrúliga væl saman.  Løgini eru ymisk og tekstirnir eisini um ymiskt – frá tí inniliga til tað absurda.

& Bartal syngur og tulkar – við honum eru Kim Hansen, Torleik Mortensen, Per Højgaard Petersen og Leivur Thomsen.

Fólk kenna helst allar, men hetta er fyrstu ferð júst henda manningin spælir saman.

Leygarkvøldið 14. januar 2023 verður frumframførsla, tí tað verður fyrstu ferð at sangirnir hjá Regini møta áhoyrarum.

KITOBAPELEI, ven teg við orðið.

Maggies Café

Maggies Pizza

By Uncategorized

Nú er ber til at bíleggja sær Pizza úr Maggies.
Kom á gátt ella tak heim við.

Hetta er okkara Pizza menu:

1. Margerita                                                                             95,-
Tomat, mozzarella, basilikum, parmasan

2. Pepperoni                                                                         100,-
Tomat, mozzarella, pepperoni, oregano

3. Hawaii                                                                                100,-
Tomat, mozzarella, skinka, ananas, oregano

4. Bolognaise                                                                         100,-
Tomat, mozzarella, føroyskt hakkikjøt, leyk, oregano

5. Egg og Bacon                                                                     100,-
Tomat, mozzarella, bacon, speilegg, oregano

6. Maggies Pizza                                                                    105,-
Tomat, mozzarella, føroyskt hakkikjøt, pepperoni, oregano

Eyka topping:                                                                           10,-
Gorgonzola, chilli, hvítleyksolja, dressing o.s.fr.

Vit gleða okkum at síggja tykkum og vóna at tit taka væl ímóti okkara Pizza.

Og minst til, Vipparar fáa 20% í avsláttri

Maggies Café

Maggies letur upp aftur fríggjadagin 18 nov

By Uncategorized

Frá fríggjadegnum 18 november er aftur opið í Maggies.

Annars verður opið soleiðis restina av árinum:
Hósdag kl. 17.00 til 22.00
Fríggjadag kl. 17.00 til 00.00.
Leygardag kl. 13.00 til 00.00.
Sunnudag kl. 14.00 til 22.00.

HM í fótbólti fer at fylla nógv í Maggies komandi tíðina. Vit fara at tippa úrslitið av útvaldum dystum og tað kann koma fyri at vit hava opið uttanfyri vanligu tíðirnar um onkur áhugaverdur dystur er at vísa. Nærri verður at frætta hvørjir dystir man kann tippa.

Nýggj matarskrá verður eisini kunngjørd í næstum.
Nærri fæst at vita um hetta seinni.

Margreth og Terji

Konsertirnar við HEBBBH-A eru avlýstar

By Uncategorized

Av tí at trummarin hevur brotið hondina, eru konsertirnar komandi leygardag við HEBBBH-A tíverri avlýstar.
Peningur fyri keypt atgongumerki verður sjálvandi endurrindaður. Tað kunnu tó ganga nakrir dagar áðrenn peningurin er á konto.

Vinaliga haldi okkum til góðar.