Skip to main content
0
Category

Uncategorized

Knút 10 juni Avlýst

By Uncategorized

Vegna ymsar umstøður er hendan konsertin tíverri avlýst. Vit royna at finna ein nýggjan dato. Haldi okkum til góðar.

FO:
Knút er ein av royndu føroysku tónleikarunum. Hann hevur skrivað og útgivið tónleik síðani aldarskiftið. Síðstu tíðina hevur Knút útgivið nøkur stakløg í egnum navni, og hann er eisini ávegis við síni fjórðu plátuútgávu.
Lyklaorð í lýsingini av nýggja tónleikinum hjá Knúti eru kveiking, modernað, psykedeliskt, gospel, rúmligt, dynamiskt og hjartaligt.
Knút heintar íblástur úr nógvum ymsum sjangrum og stílum í sannføringini um, at mest áhugaverdi tónleikurin kemur burturúr sameiningini av ymiskum inputti. Á konsertini fara Knút og bólkurin, hann hevur við sær, at framføra nýtt og gott gamalt.

Manning:
Knút Háberg Eysturstein: rödd & gittar
Mattias Kapnas: klaver & synth
Torleik Mortensen: bass
Per Ingvaldur Höjgaard Petersen: Trummur
Møguliga verður onkur surprise við eisini.

Keyp atgongumerki her á síðuni.

EN:
Knút (Knút Háberg Eysturstein) is a musician, songwriter and singer on the Faroese music scene. He has composed, performed and released music since the turn of the millennium and has recently released a few singles from his upcoming fourth album.
Knút has previously released three albums on Tutl Records (Havsglóð 2004, The Desert Holds A Flower 2009, On High 2013)..
Keywords in describing Knút’s new music are uplift, modern, psychedelic, gospel, spacious, dynamic, and heartfelt.
In keeping with the conviction that the most interesting music is made from the melding of different inputs, Knút draws inspiration from a wide variety of styles and genres.
“To me, music has always been about transcendence. It’s always been my way out.” Going way back, fast forward.

Buy tickets here.

Søren Manscher Trio 20 juli

By Uncategorized

Søren Manscher debuterede i 2019 ud som dansksproget solist med albummet Det Er Balancerne, Der Holder Sammen På Det Hele. Samtidig turnerede han landet tyndt som support for Søren Huss. Før det havde Søren Manscher huseret i undergrunden med to engelsksprogede bands – Harmonics og Oh Lois.

Den musikalske fremtidssti er allerede oplyst for Søren Manscher, og der er nok identitet og eget udtryk i sangene til, at han kan gå sine egne veje. På egne ben.
– Gaffa om debutalbummet Det Er Balancerne Der Holder Sammen På Det Hele

Med solodebuten fik han for alvor gjort sig bemærket og høstede store roser i medier som Politiken og Gaffa, mens den iørefaldende single “Jeg ser lagener blafre i vinden” var “ugens hit-tip” i P4 Play.

I 2020 fulgte han op med natte-EP’en Ø med tilhørende helstøbt videoværk fra det skandinaviske natteliv. Trods restriktions-udfordringer lykkedes det at gennemføre en længere turné med stuekoncerter i efterårsmånederne.

Forud for albumopfølgeren Den Stærke Sol (2022) har førstesinglen ”Det Gode Menneske” set dagens lys, rundet P4 og fået en visuel ramme med DIY-video fra en aftenkøretur i Velbastaður på Færøerne.

Anden single Jeg Ønsker Dig Et Godt Liv har også fået airplay på bl.a. P4. Søren Manscher er desuden fast guitarist i Brimheims liveband.

Søren Manscher udgiver sit andet album den 18. marts. Med det markerer han et stærkt musikalsk ståsted med sange fra virkeligheden fortalt med en stemme, der på én gang er ligetil og poetisk.

Flere af sangene er blevet til i samarbejde med andre – bl.a. Teitur og GRETA.

Sideløbende med udgivelserne har Søren spillet flere livejobs end de fleste i de seneste coronainficerede år. Med en lang række have- og stuekoncerter herhjemme og koncerter i både Norge og på Færøerne det seneste år, har han fundet mange alternative veje til livescener og publikum.

Med ham i Maggies er:
Torleik Mortensen – Bass
Hjørtur Háberg – Trommer

WAKO 20 mai

By Uncategorized

Summartónar í Maggies.

Við seks útgivnum plátum og hundraðtals konsertum fingnum frá hondini, spæla Wako við einum myndugleika og persónligheit, sum setur teir á fremsta rað í norðurlendskum jazzi.

Tónleikurin er altíð neyvt stillaður eftir áhoyrarunum, umhvørvinum og tí tónleikaliga tilfarinum, sum ger at hvør konsert er eitt eindømi.

Wako hava tikið teirra støðugt mennandi kreativititet og musikalitet við teimum kring Europa og Asia, og spælt konsertir bæði sum kvartett, saman við strúkarunum í Oslo Strings og við framúr trompetleikaranum Arve Henriksen, umframt øðrum. 

Hvør sær kunnu tónleikararnir eisini hoyrast í verkætlanum sum Hegge, Flukten, Megalodon Collective, Espen Berg trio, Kjetil Mulelid Trio og Trondheim Jazz Orchestra.

Wako eru:
Kjetil Mulelid – piano
Martin Myhre Olsen – saksofon
Bárður Reinert Poulsen – bass
Simon Olderskog Albertsen – trummur

Wako (EN):
With six albums and hundreds of live performances under their belt, Wako plays with an authority and personality that places them at the forefront of Nordic jazz.

According to Mark Sullivan (All About Jazz – US), Wako is “a Norwegian jazz collective with a real collective sound”, and the previous album “Wako” (Øra Fonogram, 2020) was put on the top list of Jazzwise (UK) both in March and April 2020.

The scope of the music is always carefully adjusted to the audience, environment and musical material, which means that the concerts are not only superlative, but also unique experiences.

In short, Wako is one of the most impressive young live groups on the scene today. Individually, the musicians can also be seen in projects such as Hegge Flukten, Megalodon Collective, Espen Berg trio, Kjetil Mulelid Trio and the Trondheim Jazz Orchestra.

Bárður á Lakjuni 27 mai

By Uncategorized

Bárður á Lakjuni hevur konsert í Maggies 27.mai
So fáa nólsoyingar høvi at hoyra Lakjumannin, sum fyri fyrstu ferð hevur konsert í oynni.

Tað er egið tilfar og Cohen-tulkingar, ið fyrst og fremst mynda skránna.

Í februar 2020 gav Bárður fyrstu og higartil einastu solo-útgávu sína út undir heitinum “Lívsins dansur”. Fleiri av sangunum á útgávuni hava verið nógv at hoyrt, og á konsertini fer Bárður sjálvsagt eisini at framføra m.a. ”Eg uttan teg”, og ”Lívsins dansur” – umframt at nýggjari tilfar eisini verður at hoyra.
Bárður fer eisini at framføra einstakar sangir hjá Lenoard Cohen við týðingum eftir Niels Midjord, sála.

stOvetónar í Nólsoy 8 apríl

By Uncategorized

Stuðulsnevndin fyri Ovasavnið skipar fyri einum stuðulstiltaki leygardagin 8. apríl frá kl. 16:00 – 22:00.

10 hús lata dyrnar upp fyri 20 konsertum við 10 ymum tónleikanøvnum.
Tey eru: Kim Hansen, Terji Rasmussen, Guðrið Hansdóttir, Sámal Ravnsfall, Eyðun Nolsøe, Herborg, Ester Skála, Janus á Húsagarði og fleiri.
Peningurin sum kemur inn, fer óskerdur til bygging av Ovasavninum. Spakin verður settur í sama dag kl 13:00.
Møguleiki er fyri mati og drekka í Royndarhúsinum í samband við konsertirnar.
Atgongumerki fyri bæði børn og vaksin kunnu keypast her á síðuni.
Maggies hevur eisini opið allan dagin og seint út á kvøldið.
Ókeypis atgongd

Nimbus Tópus 5 mars

By Uncategorized
Nimbus Tópus er ein bólkur sum er sprottin úr soloprojekti hjá Onnu Sofíu Skoradal saman við bassistinum í bólkinum Oliver Stryhn Tollundgaard, nevnt Skoradal.
Tey hava givið tvey løg út sum liggja á Spotyfi.
Tey hava nú endurskapa seg til bólkin Nimbus Tópus.
Ætlanin er at fara runt í landinum at spæla fyri at vita hvussu móttøkan er millum fólk og hvat skal arbeiðast við í framtíðini.
Tey trý, Anna Sofía, Oliver og Lasse hittust á studenta skúla í Roskilde og skjótt blomstraði teirra kreativu evnir og vinarlag.

Tónleikurin Nimbus Tópus spæla er, kendur Soul, Funk, Pop og R’n’B.

Vit gleða okkum at hoyra tey her í Maggies 5 mars
Tey ið mannað bólkin eru:
Vokal – Anna Sofía Skoradal
Bass – Oliver Stryhn Tollundgaard
Keys – Jákup Torgarð
Trummur- Lasse Dybdal Jensen

Vágaverk 18 mars

By Uncategorized

Vágaverk alias Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen, trína á pall í Maggies við fullum orkestrið.

Menninir handan stór hitt sum Eftir 1001 nátt, Medistari í karry, Á trappuni hjá Lenu og Hvar baby, bara fyri at nevna nøkur í rúgvuni.

Og nú eru teir aftur aktuellir við teirra triðju útgávu Ivaveður. sangir sum Ábit og eit ból og Húsabrekku Blues, eru longu væl mótiknir av fólki.

Orkestrið er í stórformi eftir lutfaltsliga nógvar konsertir á baki.
Vátt country og potentur rokkur verður vavt saman og blaka í høvdi á áhoyrarunum.

Afturat sær hava Jakkin og Sámal,
Brandur Jacobsen-trummur
Jón McBirnie-Bass
Ólavur Øster-Gtr
Kim Hansen – keys
Ronnie Nielsen supplerandi røddir.

Sergey Ilyin

By Uncategorized
A wonderful ending to the week after Valentine’s Day, a concert by composer and musician Sergey Ilyin. One of the last romantics, he and his extraordinary guitar will present an unforgettable evening full of love, tenderness, fun, light sadness – everything that true feelings give.
Some info about me.
I am a director and composer of theatre from Ukraine.
What sets me apart from other guitarists is my special technique, which involves five fingers on each hand. This allows me to achieve an unusual, different sound, in many ways unique.

Ólavur á Váli 21 apríl

By Uncategorized

Leingi er tað, ið væl skal vera…sigst

Ólavur á Váli Olsen hevur spælt á næstan øllum spælistøðum í Føroyum. Tó hevur hann ikki verið á palli í Maggies í Nólsoy enn… Men nú verður tað!!!

21 apríl kemur Country-prinsurin við bólki til Nólsoyar at spæla í legendarisku lítlu live-perluni Maggies.

Hetta er eitt stað sum eg leingi havi ynskt mær at spælt í, og tí eri sera takksamur fyri at hetta gerst veruleiki.
Eg gleði meg tí sera nógv at spæla í Maggies, og vóni at síggja nógv fólk, sigur Ólavur.

Lagt verður upp til eitt brak av einum country-kvøldi, har Ólavur syngur øll síni kendu løg.

Manningin er:
Ólav á Váli Olsen – Sang og gittar
Jóhan Ziskason – Gittar
Magni Husgaard – Tangentar
John Johansen – Bass
Henning Hjalt Nicodemussen – Trummur

 

Dania Tausen 9 juni

By Uncategorized

Dania O. Tausen í Maggies, 9. juni kl 20

Dania O. Tausen er eftir hondini eitt kent navn á føroyska tónleikapallinum: ein sangari, sangskrivari og rithøvundur, sum úttrykkir seg á ein sermerktan hátt  við tí føroyska málinum.

Hon útgav sína fyrstu plátu (gonguteigatúnatos) í 2021, og útgevur hendan fríggjadagin 9. juni sítt fyrsta staklag “kann eg hava armin soleiðis her?” av nýggju plátuni hjá sær, sum kemur út í 2023.

So tað verður eitt hátíðarhald í Nólsoy við Daniu O. Tausen, sum spælir sína fyrstu konsert í Maggies nakrantíð. Við sær tekur hon ikki minni enn fýra dugnaligar tónleikarar:

Dania O. Tausen – Sang
Benjamin Djurhuus – Gittar
Ari Johannesen – Gittar
Elin Maria Hansen – Bass
Vár Miðberg – Trummur

All Rights Reserved