Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta lagið út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin innan tónleikaheimin í Føroyum.
Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg«, »Náttin var okay«, »Runt allar Føroyar« og seinast »Syngja í dur«.
Herborg skrivar sjálv sínar sangir, og hon ynskir, at lurtarin skal skilja “søguna” fyrstu ferð lagið verður hoyrt, og at man helst skal kunna kenna seg aftur, í teimum ymisku støðunum, sum verða lýstar.
Tann fyrsta konsertin hjá Herborg Torkilsdóttir var á Maggies í 2019, og nú, 4 ár seinni, kemur hon aftur!
Saman við Herborg hetta kvøldið, eru Rakul Petersen (guitar), Magni Husgaard (keyboard), Elin Maria Hansen (bass) og Henning H.Nicodemussen (trummir).