Skip to main content
0
Uncategorized

á Heygum/Nielsen Family 16 juni

By 16/05/2023June 5th, 2023No Comments

Hvat hava RSP, Maria Ronnisdóttir, Rúna á Heygum og Ronny Nielsen til felags?

Jú, Heini úr RSP og Maria eru børn hjá songfuglunum Rúnu og Ronny.

Og nú verður høvi at hoyra konsert við fyrst Ronny, síðan Ronny og Mariu og til seinast RSP.
Kanska okkurt yvirraskilsi verður eisini.

Ronny kenna vit frá m.a. Paragraf, Black Birds o.ø. Millum mannað hevur hann í nógv ár verið roknaður sum ein av bestu rocksangarum á klettunum.

 

Maria brakaði í gjøgnum við sanginum Brævið og er nú aktuel við tárapressaranum, Góðan morgun, mín kæri.

 

 

RSP hava júst vunnið FMA fyri stórsta hittið í 2022. Gev mær meira pengar. Hesin og nakrir av hinum góðu, vera at hoyra hetta kvøldið.

 

Konsertin byrjar kl. 19.30 og tónleikurin ljómar líka til Ternan siglir seinasta túr kl. 22.20.

Vit gleða okkum almikið til eitt serstakt kvøld við inniligum sangi og bombastiskum rappi.