Skip to main content
0
Uncategorized

Anker Eli við Terja, Eyðuni og Kim 3 juni

By 18/02/2022March 7th, 2022No Comments

Onkuntíð verður man spurdur: “Hvør er hasin Anker Eli sum skrivar hasu fantastisku tekstirnar, hvussu sær hann út?”
Nú er møguleiki bæði at síggja og hoyra hann siga frá sínum tekst og myndauniversið saman við tónum frá Eyðuni, Terja og Kim.

Anker Eli er føddur 7 juni 1959 og sær seg sum Havnamann við stórum H hóast føddur á Tvøroyri.
Sum poetur er hann helst best kendur sum maðurin handan flestu sangirnar hjá Terja & Føstufressum, Moirae og øðrum.
Av hansara mongu tekstum kunnu t.d. nevnast Handan Mjørkan, Ljóðmynd, Morgunflog, Hvussu kann eg vita, Á ferð til dreymaland o.s.fr. o.sfr.

Annars eru myndirnar hjá honum eyðkendar og hava prýtt ein rúgvu av bókum og plátuumsløgum. Sum fastur grafikari fyri Postverk Føroya, hevur Anker Eli eisini gjørt hópin av frímerkjum.

Á hesari storytelling konsertini, eru tað serliga tekstirnir hann fer at tosa um. Anker Eli er dugnaligur frásøgurmaður við stórum humoristiskum innlivingum. So har verður ivaleyst okkurt priki til teir tríggjar sum sita saman við honum.

Atgongumerki á kr. 260,- kunnu keypast her.