
Hon er ein alda og hevur sett spor í sjógvin á føroyska mentanarpallinum í meira enn hálva øld, og í november fyllir hon 80 ár.
Talan er sjálvandi um Anniku Hoydal, sum hevur verið slóðbrótandi tónleikari og sjónleikari og ein fyrimynd í einari tíð, tá ið ungar føroyskar kvinnur bert tordu at droyma um at ganga aðrar leiðir enn tær siðbundnu.
Hon hevur búleikast í Føroyum, í Suðuramerika og seinastu mongu árini í Danmark. Enn er hon virkin og opin fyri nýggjum avbjóðingum. Saman við beiggjanum, Gunnar Hoydal, sála, hevur hon myndað tónlistarliga landslagið við sangum, sum eru fólkaogn her heima, og neyvan fer nøkur veitsla ella Ólavsøka framvið uttan at fjøldin trívir í sangin um Alduna, sum dregur og tekur um okkara iva.
Tað verður eitt brak av eini framførslu hetta kvøldið i Maggies, gomul og nyggj løg fara at runga ímillum áhoyrarnar og við sær á pallin hevur hon nakrar av sínum sen-monnum:
Benjamin Petersen: Sang og guitar
Bartal Augustinussen: Sang og guitar
Torleik Mortensen: Sang og Bass