Skip to main content
0
Uncategorized

Bárður á Lakjuni 27 mai

By 07/03/2023May 25th, 2023No Comments

Bárður á Lakjuni hevur konsert í Maggies 27.mai
So fáa nólsoyingar høvi at hoyra Lakjumannin, sum fyri fyrstu ferð hevur konsert í oynni.

Tað er egið tilfar og Cohen-tulkingar, ið fyrst og fremst mynda skránna.

Í februar 2020 gav Bárður fyrstu og higartil einastu solo-útgávu sína út undir heitinum “Lívsins dansur”. Fleiri av sangunum á útgávuni hava verið nógv at hoyrt, og á konsertini fer Bárður sjálvsagt eisini at framføra m.a. ”Eg uttan teg”, og ”Lívsins dansur” – umframt at nýggjari tilfar eisini verður at hoyra.
Bárður fer eisini at framføra einstakar sangir hjá Lenoard Cohen við týðingum eftir Niels Midjord, sála.