
& Bartal konsert í Maggies hóskvøldið 4 august 2022 kl 20.00.
& Bartal er soloprojektið hjá Bartal Augustinussen, sum er helvtin av dreymapopp duoini Guðrun & Bartal. & Bartal hevur spælt konsertir í Russlandi, Grønlandi, Danmark og Føroyum. Hetta seinasta árið hevur hann hugsavnað seg um at skriva og yrkja við hús.
Hetta kvøldið í Maggies hevur ‘& Bartal’ Torleik Mortensen við sær á bass og Rebekku Petersen á sang og guitar. Tey fara at spæla nýtt og gamalt tilfar umframt onkrar tulkingar av kendum føroyskum sangum.