Háaktuelli Bjarki Hansen vitjar Maggies.
Bjarki hevur sungið síðan hann var heilt lítil, har hann vaks upp í tónlistarligum umvørvi. Bjarki hevur ikki evnini frá fremmandum. Hann er sonur navnframa guitaristin Hans Carl Hansen og bróður Gurið Hansdóttir og Fróða Hansen.
Nú stendur hann í fullum blóma við sangum sum “Tey myrku skýggj” og “Kennarin”, sum hava verið nógv at hoyra í miðlunum í seinastuni.
Bjarki var fyrstu ferð at hoyra alment tá hann gjørdist nummar tvey í Barnaprix, fyri nú eftir hondini nógvum árum síðan. Hann varð nummar trý í ársins songrødd og gjørdist eisini nummar 2 í tónleika kappingini Sement við duo´ini Dánjal og Bjarki.
Hann hevur verið nógv at hoyra á ymsu barrunum í Havn og er nú sprungin út sum ein super sangari við áður nevndu løgum.
Vit í Maggies gleða okkum at hoyra hendan gávuríka mannin saman við manningini hann hevur við sær.
Atgongumerki á einans kr. 110,- kunnu keypast her á síðuni ella í Maggies.
Um áhugi er fyri yvirnátting við góðum morgunmati, skal man bara ringja +298 279795.
Um ikki sleppur man aftur til Havnar kl. 22.20 úr Nólsoy