Skip to main content
0
Uncategorized

BUDAM í Maggies 25 juni

By 05/06/2016July 9th, 2017No Comments

So var hann aftur í Maggies. Hesin teatralski guitaristurin og sangarin, sum megnar at rúnarbinda eina mannamúgvu.

Inn til víðari hevur hann lati tvær útgávur frá sær, sum báðar hava fingið avbera góð skotsmál. Tær eru Stories Of Devils, Angels, Lovers And Murderers ‎og Man.

Búi fer tó primert at spæla løg av komandi útgávu síni “Songs for NoThing”

Búi er sjálvandi eisini kendur millum børnini. Hann hevur saman við Dánjal á Neystabø givið eina rúgvu út við Ævintýrferðini.

Vit gleða okkum at hoyra Búa aftur. Hesuferð saman við Magnus Johannessen og Una Debess.