Dania O. Tausen í Maggies, 9. juni kl 20
Dania O. Tausen er eftir hondini eitt kent navn á føroyska tónleikapallinum: ein sangari, sangskrivari og rithøvundur, sum úttrykkir seg á ein sermerktan hátt við tí føroyska málinum.
Hon útgav sína fyrstu plátu (gonguteigatúnatos) í 2021, og útgevur hendan fríggjadagin 9. juni sítt fyrsta staklag “kann eg hava armin soleiðis her?” av nýggju plátuni hjá sær, sum kemur út í 2023.
So tað verður eitt hátíðarhald í Nólsoy við Daniu O. Tausen, sum spælir sína fyrstu konsert í Maggies nakrantíð. Við sær tekur hon ikki minni enn fýra dugnaligar tónleikarar:
Dania O. Tausen – Sang
Benjamin Djurhuus – Gittar
Ari Johannesen – Gittar
Elin Maria Hansen – Bass
Vár Miðberg – Trummur