Skip to main content
0
Uncategorized

Ester Skála og Maria Ronnisdóttir á Heygum (Dupultkonsert) 27 juni (Økistónar)

By 24/04/2025June 28th, 2025No Comments

Í summar verður Ester Skála við bólki at hoyra í Maggies.

Hennara tónleikastílur er pop-kendur, men hellir eisini ímóti elektroniskum og hyper-pop tónleiki.
Sangteksturin er einkultur og poetiskur, og snýr seg oftani um kenslur og lívsins viðurskifti, ið verða lýst í einum dreymakendum dæmi.

Ester dámar væl litin ljósareytt, og bjóðar sínum lurtarum við inn í hennara egnu “PinkPop” tónleikaverð.

Í ár skal Ester m.a. eisini framføra á G! og á summarfestivalinum; So tað er at fylgja við í summar.
Annars hava hon og hennara dugnaligu, trúføstu tónleikarar framført ymstastaðni í Føroym, til fleiri ymisk høvir.

Gjøgnum árini hevur Ester so við og við útgivið nýggjan tónleik sum ofta hevur verið spældur í útvarpinum.
Og á útgávukonsertini í OY (samband við Summartónum) verður hennara LP útgivið við einum brakið!

Støkkið inn á gólvið í Maggies, og hoyri framførsluna við henni og Benjamin Leo, tað verður Gott!

Maria Ronnisdóttir hevur ikki givið so nógv út, men tað sum er komi frá hennara hond er hjartanemandi. Hon syngur sum ein eingil og fær ofta tárini at trilla hjá lurtaranum. Bæði Brævið og Góðan morgun eru sangir sum fara beint inn í hjarta.