
Gníst er navnið á uttandura heildagskonsert í Nólsoy frá kl. 14.00 til 22.00
LENA, Hallur Joensen, Jens Marni, Bjarki Hansen, Tinganest, Terji Rasmussen, Hebbbh-a og Gyklarin Ásbjørn undirheldur børnunum.
Frásøgumaður er eingin annar enn Sjúrður Skaale.
Nólsoyarbygd er klár at taka ímóti glaðum konsert gestum við góðum hýri, mati og drekka, -og Maggies er sjálvandi eisini opið allan dagin og út á náttina.
Atgongumerki á einans kr. 350,- kunnu keypast her.
Børn undir 14 ár hava fría atgongd.
Tey skulu tó skrivast inn undir Tiltøk Gníst Børn