Gø er ein av mest spennandi ungu bólkunum í løtuni. Talan er um ungar mans við serligum tónlistarligu gávum, ið finna saman um tónleikin – tónleikurin er eksperimentarandi og avbjóðandi, og hugurin leitar til fusiónstónleik, free jazz, funk og jazz. Men mest av øllum dregur tónleikurin seg inn í teg. Spæligleðin smittar og evnini imponera.
“Tá eg hoyrdi hesar garparnar bleiv eg so glaður, at tárini trillaðu niður eftir kinnunum. Tað er ikki ofta man kemur framá tílík ung supertalent í Føroyum” Sitat: Terji Rasmussen