Skip to main content
0
Uncategorized

Guðrið Hansdóttir í Maggies 18 juni

By 14/03/2022June 19th, 2022No Comments

Tað eru fleiri ár síðani, at Guðrið Hansdóttir spældi á Maggies, men nú er hon endiliga aftur og hesa ferð við bólki.

Guðrið letur sína 6.studioútgávunu úr hondum tann 22. apríl.
Nýggja útgávan er á føroyskum og longu nú eru stakløgini “Blátt myrkur”, “Træ” og “Hús” komin út og tey hava øll verið sera væl móttikin.

Guðrið fer at spæla nýggju løgini av útgávuni “Gult myrkur”, umframt at hon fer at spæla tey góðu, gomlu løgini m.a “Pegasus”, “Morgun í mars” ,”Stjørnur” og fleiri.

Tey sum spæla við Guðrið eru Ari Johannesen, Katrina Olsen, Hjørtur Háberg og Karl Andrias Stórá .