“Guðruna Sólju kenna vit mest frá, tá hon gjørdist ‘Stjerne For En Aften’ í donsku sangkappingini við sama navni í 2003. Eftir hetta gav hon út tvær fløgur og var at síggja á nógvum pallum í Danmark og í Føroyum. Í 2012 gav Guðrun Sólja EP’ina “The First Four” út. Hetta vóru egin løg, sum birtust í samstarvi við Mariu Guttesen og Lenu Drachmann. Eisini var hon at síggja á palli í stóru dramakonsertini Rósa Maria, sum varð framførd í Norðurlandahúsinum í 2015. Í løtuni er Guðrun Sólja í ferð við at gera nýtt tilfar.”
Atgongumerki fáast her á síðuni ella í Maggies.