Lagt verður upp til eina av hugnaligastu konsertum tú kann fyristilla tær, har Herborg og Ólavur fara at syngja øll síni kendu løg.
Herborg er kend fyri at skriva sínar bersøgnu, vællýstu og beinraknu sangir. Hon hevur givið fleiri løg út, sum lýsa tað góða og tað ringa, ið lívið hevur at bjóða. Og hetta hava fólk ordiliga tikið til sín.
Ólavur hevur útgávu á baki, sum varð innspæld í USA fyri nøkrum árum síðani, umframt stakløgini, hann hevur givið út seinastu árini.
Og fyrr í ár góvu tey eitt lag út saman “Syngja í dur”.
So set kross í kalendaran fríggjakvøldið 3. november og keyp atgongumerki, og so síggjast til eitt brak av eini konsert í Maggies kl. 20:00
Herborg Torkilsdóttir – Sang
Ólavur á Váli Olsen – Sang og gittar
Rakul Petersen – Bass og sang
Høgni Fagraberg – Gittar og sang
Magni Husgaard – Tangentar
Henning Hjalt Nicodemussen – Trummur