Skip to main content
0
Uncategorized

Høgni Lisberg í Maggies 26 mars

By 01/03/2022March 28th, 2022No Comments

Høgni Lisberg í Maggies 26. mars 2022

Høgni skrivar sangir um uppreistur, kærleika, órættvísi og myrkur. Tónlistarliga útferðin fer áhaldandi longri og djúpri við árunum sum ganga, og hettar merkist aftur í tekstum og tónleikaligu framgongdini.

Høgni vann ein FMA sum ársins framleiðari, í felag við James Thomas, fyri útgávuna Within a Man, sum kom út í 2020. Av hesi útgávuni hava serliga løgini Simple Man, On Your Side og Waiting for You verið at hoyrt í útvarpinum.

Høgni hevur nógvar túsund lurtarar um allan heim á Spotify, og útgivni tónleikurin hevur verið brúktur í øllum hugsandi høpum, frá NBA telduspølum og Netflix sjónvarpsrøðum, til lýsingar fyri Carhartt klæðir og Subaru bilar.

Vit kunnu gleða okkum til eina intima tónleikauppliving í Maggies, saman við Høgna Lisberg 26. mars