KITOBAPELEI tulkar Regin.
Musikaramaggiterningurin KITOBAPELEI tvs. Kim Hansen, Torleik Mortensen, & Bartal, Per Ingvard Højgaard Petersen og Leivur Thomsen – fara leygarkvøldið 14. januar 2023 at tulka løg og tekstir eftir Regin Djurhuus Patursson.
Regin?
Regin D. Patursson kenna fólk helst, uttan at vita tað.
Tey, sum ganga í skúla syngja “Sleturokk” og vit, sum eru eitt sindur eldri, kenna “Helenu Haru” umframt fleiri sangir frá sjónleiki og kabarettum.
Men fólk vita helst ikki, at Regin hevur skrivað tíggju- ella hundraðtals sangir seinastu… ja, 50 árini. Sangirnir hava tó ikki verið alment frammi, tí oftast eru teir tiknir upp á kassettuband og síðani endaðir í einum ringbindi.
Tað er eitt sovorið ringbind við kassettubondum, KITOBAPELEI hevur fingið hendur á.
Og leygarkvøldið 14. januar fara teir at tulka 10 løg.
Um løgini kann sigast, at tekstur og lag hanga ótrúliga væl saman. Løgini eru ymisk og tekstirnir eisini um ymiskt – frá tí inniliga til tað absurda.
& Bartal syngur og tulkar – við honum eru Kim Hansen, Torleik Mortensen, Per Højgaard Petersen og Leivur Thomsen.
Fólk kenna helst allar, men hetta er fyrstu ferð júst henda manningin spælir saman.
Leygarkvøldið 14. januar 2023 verður frumframførsla, tí tað verður fyrstu ferð at sangirnir hjá Regini møta áhoyrarum.
KITOBAPELEI, ven teg við orðið.