Skip to main content
0
Uncategorized

LENA 16 oktober

By 03/09/2019October 18th, 2019No Comments

Lena Anderssen vitjar Maggies í heysfrítíðini

Tað eru í allarbestu feriutíð, at Lena Anderssen og hennara orkestur trína á pall á fyrsta sinni í Føroyum í ár. Seinast Lena vitjaði Maggies var í mei mánað í fjør, so vit gleða okkum til eitt kvøld, ið vit heilt vist rokna við fer at vera bæði intenst og inniligt. Við síni rødd, nærveru og persónligu forteljingum rørir Lena hjartastreingir við sangum so sum Oh Brother With The Broken Wing og Stones In My Pocket, meðan vit eisini kunnu roknað við at orkestrið fer at seta sín dám á í løgum so sum Let Your Scars Dance, Eagle In The Sky og Dream Chaser. Lena hevur givið út fimm útgávur higartil og leggur júst nú seinastu hond á komandi útgávu og roknast kann eisini við at okkurt av tí verður framført.

Hetta verður somuleiðis eisini seinasta konsertin í Maggies, um ikki nýggir eigarar ætla at halda áfram við konsertum.