Skip to main content
0
Uncategorized

LENA 28 juni

By 11/01/2023April 14th, 2023No Comments

Lena Anderssen vitjar aftur í Maggies 

Vit gleða okkum til eitt kvøld, ið vit heilt vist rokna við fer at vera bæði intenst og inniligt. Við síni rødd, nærveru og persónligu forteljingum rørir Lena hjartastreingir við sangum so sum Oh Brother With The Broken Wing og Stones In My Pocket, meðan vit eisini kunnu roknað við at orkestrið fer at seta sín dám á í løgum so sum Let Your Scars Dance, Eagle In The Sky og Dream Chaser.

Fyri uttan mannin Niclas á guitar, hevur hon við sær Josva Debes á trummum og Johannus á Rógvu á bassi.

Lena hevur lati okkum fimm útgávur higartil og tvey stakløg komu í fjør. Væntandi kemur nýggj útgáva seinni í ár og roknast kann eisini við at okkurt av tí verður framført.
Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni.