Tað er við gleði, at vit kunngera Maggies er opið aftur 🙂
Tað eru tey bæði Barbara Andreasen og Edvard Skúvadal sum taka sær av rakstrinum. Eftir ætlan fara tey bæði undir egið virksemi undir navninum Lamaland. Til teirra konsept verður klárt halda tey tó til í Maggies, sum sjálvandi verður merkt av teirra entusiasmu.
Opið er mikudag til og við sunnudag frá kl. 13.00.
Køkurin er opin til kl. 20.00.