Skip to main content
0
Uncategorized

Maggies VIP

By 10/02/2022March 15th, 2022No Comments

Nú hevur tú møguleika at gerast Vippari í Maggies.

VIP kortið gevur tær 20% í avsláttri av øllum vørum vit hava at bjóða.

Tað eru einans 100 VIP kort til taks.

Tú fært eisini at vita um komandi konsertir, tveir dagar áðrenn tær verða lýstar.

Kortið er persónligt, men eisini umsetiligt. T.v.s. at tú kanst selja kortið til annan persón, um tú ikki ynskir at vera Vippari longur. Um so er, at tú selur kortið víðari, skal Maggies sjálvandi upplýsast um nýggja eigaran.

Kortið kostar einans kr. 600,- og er galdandi í 5 ár.

Endamálið við kortinum er fyrst og fremst at geva trúgva kundanum betri sømdir, men er sjálvandi eisini viðvirkandi til at Maggies leggur væl frá landi, soleiðis at vit fáa givið tær eina enn betri tænastu.

Kortið kann keypast í Maggies, ella á heimasíðu okkara, maggies.fo, undir “tiltøk“.
Kortið verður sent við postinum.

Eigarin av kortinum verður skrásettur hjá Maggies. Tí er tað eingin trupulleiki, um kortið liggur eftir við hús, ella kanska hundurin hevur etið tað.

Hetta verður ikki gjørt fyri at gera mun á fólki, men er heldur ein tænasta til okkara trúgvu kundar.

Við vón um at VIP kortið verður væl móttikið.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur.

Vinaliga, vegna Maggies,
Margreth og Terji