Skip to main content
0
Uncategorized

Marius Ziska 29 apríl

By 11/01/2023February 17th, 2023No Comments

Leygarkvøldið 29 april er aftur møguleiki at hoyra altíð inniliga og forførandi Hans Marius í Maggies.

Soleiðis skrivar Norðurlandahúsið um Marius í smb. við at teir skulu spæla við Føroya symfoniorkestri

Hans Marius Ziska verður av mongum hildin at vera ein av Føroya bestu sangarum og sangskrivarum.
Sum frontmaður í bólkinum Marius Ziska hevur hann givið fimm útgávur út. Eftir góðu móttøkuna, sum útgávan Home/Heim hjá Marius Ziska fekk – har helvtin av sangunum vóru á føroyskum – tók bólkurin eina avgerð um, at teirra næsta útgáva, Portur, skuldi øll vera á føroyskum. Heildarútgávan, sum bólkurin er í holt við at leggja seinastu hond á í hesum døgum, og sum eftir ætlan skal koma út í heyst, verður somuleiðis øll á føroyskum. Marius Ziska er ein ambitiøsur bólkur, bæði hvat tónleiki og tekstum viðvíkja. Bólkurin megnar støðugt at skapa eina sera modernaða og tó eksperimenterandi ljóðmynd.

Tónleikararnir í bólkinum megna sera væl at ferðast millum ymiskar tónleikasjangrur, og hoyrir tú tí íslett av øllum frá fólkatónleiki til rokk, jazz og blues, tá ið tú ert til eina konsert hjá Marius Ziska. Manningin, ið myndar bólkin Marius Ziska, er Hans Marius Ziska, Allan Tausen, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak, Magnus Johannesen og Jan Rúni Poulsen. Teksthøvundur er Hans Jacob Kollslíð.

ð í februar: