
MC-Hár sigur Maggies farvæl
Endiliga fer MC-Hár aftur á pall. Hetta verður 28. mars í Maggies. Konsertin er fyrsta almenna framførslan hjá MC-Hár í meira enn eitt ár.
Seinasta MC-Hár konsert var beint fyri árskiftið fyrra árið í Blábar, og tað tók lítið meira enn ein dag at selja øll atgongumerkini til konsertina.
Hóast bólkurin, tá hevur rundað tey 34 árini, so hevur hann øll árini spælt konsertir javnan, og fleiri av limunum halda seg í form í øðrum bólkum.
Langa hárið er skift út við friseraðar og berar skallar, men tónleikurin er enn hin sami riffbaseraði rapprokkur, ið hevur borið bólkin fram øll árini, og sum hvørja ferð savnar trúfastu fjeppararnar, og sum ikki heilt sjáldan endar við einum regulerum yvirkroppaballi.
Manningin hevur verið tann sama í yvir 20 ár, og telur hon nakrar av okkara royndastu og dugnaligastu tónleikarum.
Niels Uni Dam á rappi og Rókur Jákupsson á sangi verða væl stuðlaðir av trygga botninum hjá Rana Hammershaimb Christiansen og Hera Reynheim. Teir báðir gittarleikararnir, Jens V. Jakobsen og Jonas Bloch Danielsen, syrgja fyri, at vit ongantíð gloyma at bólkurin er eitt barn av nítiárunum, og Tróndur Bogason skapar sínar garrvillu ljóðmyndir á tangentunum.
Gamaní er nógv voks farið í hárið síðan MC-Hár debuteraði við einari spontanari framførslu á Ebenezertrappuni 16. februar í 1991. Ella síðan bólkurin spældi sína fyrstu ólavsøkukonsert 27. juli í 1992, gav lagið Symphony of Irony út í 1996, heildarútgávuna “Framvegis uttan vit” í 1998, gjørdist nummar trý í Prix Føroyum í 1999 og gav EP’ina “Burn Me” út sama ár, og headlineaði fyrsta G! Festivalin í 2002. Men at døma eftir framførsluni í Blábar, so er bólkurin betri enn nakrantíð.
– Tá Maggies nú gevst, so hava vit einki annað val, enn at koma á gátt at siga farvæl, sigur Rókur Jákupsson, ið kom uppí bólkin til ólavsøkukonsertina í 2001, saman við navnframa Maggies vertinum Terja Rasmussen. Tað gjørdist tó bert tann eina konsertin, at hesir báðir tóku sær av harmoniiunum saman. Men Rókur vónar, at Terji er til reiðar at syngja kór í Andalig samvera, tá MC-Hár vitjar Maggies.
Atgongumerki í sera avmarkaðari nøgd fáast nú og til uppi er.