Skip to main content
0
Uncategorized

Ólavur á Váli 21 apríl

By 21/01/2023April 21st, 2023No Comments

Leingi er tað, ið væl skal vera…sigst

Ólavur á Váli Olsen hevur spælt á næstan øllum spælistøðum í Føroyum. Tó hevur hann ikki verið á palli í Maggies í Nólsoy enn… Men nú verður tað!!!

21 apríl kemur Country-prinsurin við bólki til Nólsoyar at spæla í legendarisku lítlu live-perluni Maggies.

Hetta er eitt stað sum eg leingi havi ynskt mær at spælt í, og tí eri sera takksamur fyri at hetta gerst veruleiki.
Eg gleði meg tí sera nógv at spæla í Maggies, og vóni at síggja nógv fólk, sigur Ólavur.

Lagt verður upp til eitt brak av einum country-kvøldi, har Ólavur syngur øll síni kendu løg.

Manningin er:
Ólav á Váli Olsen – Sang og gittar
Jóhan Ziskason – Gittar
Magni Husgaard – Tangentar
John Johansen – Bass
Henning Hjalt Nicodemussen – Trummur