Skip to main content
0
Uncategorized

OSGOOD/BLAK/POULSEN

By 16/09/2023No Comments

Henda nýggja trioin sameinir tríggjar eklektiskar røddir á tí Norðurlendska jazzpallinum.

Kresten Osgood er allarhelst tann mest virkni trummuleikarin og marg-ljóðførisleikarin úr Danmark. Síðani 90’árini hevur hann spælt saman við nøkrum av teimum størstu stjørnunum innan jazz og frían tónleik, har nevnast kunnu: Paul Bley, Brad Mehldau, Peter Brötzman og nógvar aðrar stílskaparar. Tá Kresten spælir, verða bæði áhoyrarar – og tónleikararnir hann spælir við – drignir inn í hansara ómetaliga fría, eyma og stundum ótrúliga undirhaldandi musikalitet.

Bárður R. Poulsen hevur tey seinastu 12 árini búð og virkað í Noregi, og hevur í síni tíð har verið við til at mynda bólkar sum: Wako, Espen Berg trio og Flukten, umframt nógvar aðrar verkætlanir. Hann hevur ferðast í m.a.: Japan, Kina, Grikkalandi, Suður-Afrika og runt í Evropa.

Kristian Blak kenna og virða vit øll sum tónleikara, komponist og fyriskipara. Við bólkinum Yggdrasil hevur hann givið tíggjutals plátur út, og spælt konsertir um allan heimin.

Kristian og Bárður hava spælt saman síðani Bárður var tannáringur. Teir hava ferðast runt og spælt við Yggdrasil og Kvonn í Danmark, Bulgaria og Sibiria, og vóru tveireinir í Beijing, har teir spældu tríggjar konsertir.

Kristian er ein frælsur tónleikari, sum letur sítt hugskygni leiða. Vit hava tó sjáldan hoyrt hann spæla tónleik heilt uttan rammur, sokallaðan frían tónleik, og við hesi trioini fara vit at hoyra hvat hann finnur uppá, tá einki er avgjørt áðrenn farið verður á pall. Trioin er eitt spennandi møti milllum tríggjar tónleikarar, sum kunnu finna uppá hvat sum helst, og tað verður heilt sikkurt ein konsert sum fer at vekja áhuga og enntá hála í smílibondini.

Kristian Blak, klaver
Bárður Reinert Poulsen, bass
Kresten Osgood, trummur