Skip to main content
0
Uncategorized

Rógvi Trio í Maggies 4 juni er AVLÝST

By 19/05/2022juni 8th, 2022No Comments

Hendan konsertin er tíverri avlýst. Tey sum hava keypt atgongumerki, fáa sjálvandi peningin aftur. Haldi okkum til góðar.

Rógvi á Rógvu – Trummur
Arnold Ludvig – Bass
Leivur Thomsen – Guitar

Rógvi Trio spælir jazz standards har ferðast verður frá 1920unum og upp til dagin í dag. Útvald løg sum eru komin undir serstaka heitið “Jazzstandards” og sum hava havt týdning fyri jazzin, herímillum tey mest spældu og útgivnu løgini í søgu jazzins. Jazzurin er ungur enn, við bert áleið 125 árum á bakið, men hann hevur havt sera stóran týdning fyri tónleika søguna og her er ein møguleiki at hoyra nøkur útvald dømi frá tíðarskeiðnum 1927-2017. Eisini vera onkur original løg á skránni. Vælkomin.

X
X
X