Skip to main content
0
Uncategorized

Sails of Deceit í Maggies 2 juli

By 13/06/2016July 9th, 2017No Comments

So er tíðin umsíðir komin til tungmálm í Maggies.

Sails of Deceit byrjaði sum ein sekstet í Havn á vetri 2011, við manning úr bólkum við rótfesti í føroyska málm umhvørvinum, við einum endamálið: At skriva fangandi, beint fram episkan málm tónleik.
Bólkurin spældi nakrar konsertir runt oyggjarnar vetrar/summar hálvárið 2012 við sera góðari móttøku og ikki minni góðari umtalu.

Av tí at fleiri av limunum eru búsitandi í DK, hevur bólkurin ikki havt møguleika at spæla tað heilt stóra síðan.
Nú eru Sails of Deceit aftur farnir at hugsa stórt og eru nú tilreiðar at trín á pall í Maggies við nógvum nýggjum tilfari.

Ætlanin er eisini at geva fløgu út í nærmastu framtíð.

Manningin í bólkinum eru: Teitur Fossaberg Sang, Martin Rói Vilhelmsen Sang (ex-The Aporyphal Order), Ísak Petersen Guitar Kór (Synarchy/Heljareyga), John Ivar Venned Guitar Kór (Synarchy/Heljareyga), Pól Nólsøe Jespersen Bass (ex-Synarchy) og Magnus Elisson Trummur (NORÐ, Makrel, Steso, ex Sic)

Fyri einans kr. 50,- + provisión kr. 7.50,- kanst tú hoyra pirate metal eitt leygarkvøld kl. 20.00 í Maggies.
Tað verður fyrsta málm konsertin í Maggies, men neyvan tann seinasta 🙂

Vit gleða okkum