Endiliga var hann aftur her í Maggies. Hesin lítillætni guitarsnillingurin við tí heitu røddini.
Stanley var ein av teim fyrstu sum hevði konsert í Maggies. Vit sum vóru har minnast enn tann nærlagda stemningin og gleða okkum at hoyra hann aftur á vælljóðandi pallinum í Maggies.
Hann hevur veruliga gjørt vart við seg seinastu árini – ikki bara í Føroyum, men eisini uttanfyri landoddarnar – har hann hevur talað til hjartað á mongum við sínum hugfangandi og sorgblíða tónleiki.
Stanley hevur givið út heilar 10 fløgur. Talan er ikki einans um mongd men sanniliga eisini um dygd. Fyri føroyingar munnu sangir sum ”Um eg kundi kvøði” og ”Tá eg verði gamal”, standa sum teir sterkastu.
Seinastu árini hevur Stanley spælt konsertir í nógvum ymiskum londum. Noregi, Finland, Ísland, Litava, Letland, Týskland, USA og Italia. Bara fyri at navna nøkur.
Tað verður Stanley einsamallur á palli hetta kvøldið í Maggies.
Vit gleða okkum at hoyra hann aftur í Maggies.
Atgongumerki á kr. 160,- fáast her á síðuni.