![](https://www.maggies.fo/wp-content/uploads/2020/07/youtube.jpg)
Tað vera ikki færri enn fýra konsertir við Terja Rasmussen í Maggies í mai og juni.
Umframt Terja, sum syngur og spælir guitar, verður eisini Kim Hansen á tangentum.
Teir fara at spæla eina rúgvu av sangum hjá Terja sum eru komnir út millum ár og dag.
Helst fara vit at hoyra teir kendastu sangirnar men tað eru so nógvir aðrir góðir hjá Rasmussen sum vit vanliga ikki hoyra so nógv til. Tí verður spennandi at vita hvørjar av hesum mongu sangum vit fara at hoyra.
Konsertirnar eru hósdagar kl. 20.00 6 mai, 20 mai, 3 juni og 17 juni.
Seinasti fartur úr Nólsoy er kl. 22.20.
Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni fyri einans kr. 210,-
Tað eru bert 40 pláss til hvørja konsert.
Um konsertir verða avlýstar vegna Korona, verður peningur fyri atgongumerki sjálvandi afturgoldin.