The Crowberry band koma út við sínari fyrstu fløgu Good Luck í fyrru helvt av 2018. Janus á Húsagarði hevur skriva allar tekstir og løg. Tí er hetta einki minnið enn ein útgávukonsert av einari heimspremieru.
Tónleikurin er glaður og slotandi og hevur millum annað íblástur í Írskum fólkatónleiki.
29. desember kom nýggja lagið Pub Down on the Corner hjá The Crowberry Band. Pub Down on the Corner handlar um Mimir í Havn. Mimir kom til tá rúsdrekkasølan var nakað øðrvisi enn hon er í dag. Tá var bert loyvt at skeinkja limum sterkan løg í Mimir, men síðan 1992 hevur verði opið fyri øllum.
The Crowberrry Band er navnið á orkestrinum hjá Janus á Húsagarði sum bleiv stovnað í 2015. Teir hava spælt konsertir í ymsum spælistøðum og festivalum kring landið, men nú eru teir endiliga klárir við egnari útgávu, sum vit gleða okkum til.
Í Maggies gleða vit okkum eisini at hoyra Janus & co. Live aftur.
Á Pub Down on the Corner spæla: sang – Janus á Húsagarði, kór sang – Brenna McCormick Jacobsen, kór sang – Malan Thomsen, guitar – Uni Debess, trummir – Brandur Jacobsen, piano/rhodes/guitar/kór sang – Finnur Hansen, bass – Johannis av Rógvu Joensen, steel guitar – Jákup Zakariasen.