Fríggjakvøldið 15. september verður Maggies karmur um eitt stórfingið tiltak, har Signar í Homrum, Eyðun Nolsøe, Fríði Sigmundsson, Ólavur á Váli Olsen, saman við einum væl trimmaðum bólki, fara á pall í Nólsoy at heiðra Kim Larsen sála.
Her hevur tú møguleikan at uppliva eitt kvøld, sum ikki er sum hini, har fýra av okkara fremstu trubadurum fara at syngja klassikarar hjá Kim Larsen og Gasolin, so tað verður lagt upp til eitt ordans brak av eini konsert.
Á pallinum vera:
Eyðun Nolsøe (Sang/akk. guitar)
Ingi Poulsen (Sang/akk. guitar)
Ólavur á Váli Olsen (Sang/akk. guitar)
Fríði Sigmundsson (Sang/akk. guitar)
Høgni Fagraberg (Guitar)
John Johansen (Bass)
Magni Husgaard (Tangentar)
Henning Hjalt Nicodemussen (Trummur)