Skip to main content
0
Uncategorized

Tónlistahópur 26 juli

By 16/05/2023July 28th, 2023No Comments

Tónlistahópur er nýstovnað trio, sum er samansett av einum föroyingi og tveimum íslendingum, sum eru búsettir í Akureyri.

Tey koma til Föroyar um Ólavsökutíð at syngja fyri föroyingum og gestum teirra. Skráin er samansett av nýligum íslendskum popp/jazz/indie fólkatónleiki og nýggjum útsetningum av gomlum íslendskum løgum. Summi løg eru frumsamd. Hópurin er samansettur av tónlistarfólki sum hava sungið og spælt alla sína tíð.

Bjarkey Sigurðardóttir
Född í 1978 og uppvaksin uttan fyri Akureyri. Móðir at tveimum ungdómum og lærari í Akureyri. Hevur verið í tónlistarskúla síðan hon var 8 ár og kom nærmast av óvart inn í sangverðina tá ið hon var um 17 ár.  Bjarkey bleiv liðug við sangútbúgving frá Tónlistarskúlanum á Akureyri í 1999 har hon debuteraði við hövuðsleiklutinum í Brúðleypi Figaros.

Lærdi framhaldsnám í 2 ár í Nýggja tónlistarskúlanum í Reykjavík hjá Alinu Dublik har tey framførdu m.a. Dido og Aeneas.

Bjarkey hevur verið virkin í fjølbroyttum tónlistarstílum og sungið klassiskar ariur líka so væl sum rocktónleik.

Bjarkey var í Føroyum í 2018 og tók lut í Fólkastevnuni har hon framførdi íslendsk tjóðløg. Hon hevur verið limur í Kammerkór Norðurlands síðan 2018.

Sigurður Ingimarsson
Sigurður H. Ingimarsson er tónlistarmaður frá Akureyri á Íslandi.

Sigurður er útbúgvin sanglærari frá Complete Vocal Institute í Keypmannahavn og hevur á sínari yrkisleið luttikið sum sangari í mongum stórum konsertum í Íslandi og í Norgi. M.a. hevur hann verið við í uppseting av Jesus Christ Superstar har hann bæði hevur havt leiklutin hjá Judas og einum av høvuðsprestunum. Og so hevur hann eisini verið við í Abba show á Broadway í Reykjavík.

Sigurður er eisini ein framúrskarandi guitaristur og hevur givið út frumgjørda tónlist og tikið lut í útgávum hjá øðrum tónlistarfólki sum solistur. Sigurður starvast sum tónlistalærari í Tónlistarskólanum í Eyjafirði.

Rannvá Olsen
Rannvá Olsen er fødd og uppvaksin í Tórshavn, men flutti til Reykjavíkar í 1993 í tónlistarnám har hon menntaði seg sum tónlistarlærari og kórstjóra frá Tónlistarskúlanum í Reykjavík.

Rannvá hevur sungið og spælt við mongum ýmiskum tónlistarfólki og hevur tikið virknan lut í tónlistaútgávum við manni sínum. Hon hevur tey seinastu árini verið sopran í Vox Feminae, Tarira og Kammerkór Norðurlands.

Vit í Maggies gleða okkum til hetta sermerkta kvøld.