Skip to main content
0
All Posts By

Terji

Seinasta árið í Maggies

By Uncategorized

28 september 2025 er síðsti dagur Maggies er opið.
Margreth og Terji hava gjørt av at gevast eftir hetta.

So um tú ikki hevur verið í Maggies til konsertir, fingið tær ein bita ella ein ráka av onkrum slag, er síðsta útkall nú hetta komandi árið.

Maggies er opið hvørt vikuskifti frá fríggjadegi til og við sunnudag allan veturin til mei, tá vit fara at hava opið fleiri dagar í vikuni.

Vit vilja fegin takka okkara viðskiftafólkum gjøgnum góð 10 ár. Somuleiðis takka vit eisini starvsfólkunum, ið hava hjálpt okkum øll árini. Eingin nevndur, eingin gloymdur. Tó eina serliga tøkk til Ullu og Ingu sum hava verið við síðan fyrsta dagin. Og Rói sum hevur verið so trúfastur síðan vit byrjaðu aftur. Takk fyri alt.

Vit vilja eisini fegin takka Barbaru og Edvardi fyri at taka yvir í næstan tvey ár, tá vit vóru koyrd troytt. Vit takka eisini Hannisi og Óla Svein fyri løturnar teir høvdu opið.

Tað eru helst nógv sum eru kedd av at vit gevast men Nólsoy var eisini til áðrenn Maggies. So man ikki maður kemur í mans stað?

Men lat okkum vóna at øll fáa sum frægast burturúr hetta seinasta árið við góðum konsertum og hugnaligum løtum.

Við vón um eitt gott komandi ár og eina framtíð blíða.
Margreth og Terji

 

Bliss Quintet 30 apríl

By Tíðindi

Oscar Andreas Haug – Trumpet
Zakarias Meyer Øverli – Saxophone
Benjamín Gísli Einarsson – Piano
Gard Kronborg – Bass
Rino Sivathas – Drums

With a playful interaction and energetic presence, Bliss Quintet has quickly established itself as a forward-thinking band within the Norwegian jazz community.

Dramatic energetic ballads, fanfare-like horn riffs, complex rhythms and open harmonic landscapes are central themes for Bliss Quintet. Still well-kept and maintained in the band’s sound, is the focus on playful interaction, wild energetic presence, and elements of free playing, following in the footsteps of renowned nordic bands such as Atomic and Masqualero.

Following the release of their second album Glasshouse in 2023 on Jazzland Recordings, they have since been touring actively, making appearances at clubs and festivals such as Jazzwoche Burghausen, Jazzclub Ferrara, Moldejazz and Jazzahead.

– “Undoubtedly, there’s a distinctive and noteworthy quality permeating throughout Glasshouse, solidifying Bliss Quintet’s position at the forefront of contemporary jazz.” – Steven James, Jazz in Europe

 

Útsett: Marius DC 15. november

By Uncategorized

Vegna veður er konsertin við Marius DC avlýst!

Hipp-hopp kemur til Nólsoyar.

Vit vita nær country kom til Skopunar, men fríggjakvøldið 15. november kemur hipp-hopp til Nólsoyar.

Rapparin, sangarin og framleiðarin Marius DC hevur seinastu 5 árini verið við til at menna føroyska hipp-hopp pallin, ið nú telist millum best dámdu tónleikagreinar í Føroyum.

Marius var bert 15 ára gamal, tá hann gav út “The MZA EP”, ein útgáva, ið var í uppskoti til ársins útgávu, og sum hann vann heiðurin ‘Ársins nýggja navn’ fyri á FMA í 2020.

Í 2021 gjørdi hann aftur vart við seg við “Westender”, har løg sum “Gasoline”, “Respekt” og “Teenage Drama” vístu lurtarum, at ungi tónasmiðurin ikki var bangin fyri at menna sítt ljóð.

Ein ógloymandi sigur í Sement-kappingini í 2022 setti gongd á eitt ár við hópin av konsertum heima og úti. Serliga ein nógv fagnað konsert á Iceland Airwaves var minnilig.

2023 gjørdist hendingaríkasta árið, ið Marius hevur havt higartil við fimm stakløgum, harímillum “Slættaratindur” “Erligur” og “Feira”.

Ein brakandi framførsla á G! Festivalinum vísti, at Marius DC hoyrir heima á einum palli.

Seinasta árið hevur Marius arbeitt við komandi EP’ini “Listamaður”, og høvi verður at hoyra løg av hesi útgávu og annað nýtt tilfar, umframt eina rúgvu av bangers.

Marius DC gav í summar út sítt størsta tónleikaliga frávik higartil, indie balladan “Leggur Tú Enn Í” og EP’ina Live í Luftini.

Fríggjakvøldið 15.november fer Marius DC við fullum bólki á pallin í Maggies.

Marius Dam Christophersen, vokal
Benjamin Tausen á Lava, gittar
Vinjard Egilsnes Petersen, tangentar
Harald Fonsdal Johannesen, trummir

Reidar Jacobsen Barrvørður 20 sept

By Uncategorized

Til Fimmaran fríggjadagin 20 sept hava vit fingið Reidar Jacobsen at vera barrvørður.

Um tú heldur at Basil Fawlty er ófólkaligur móti sínum kundum og Terji er frekur og óforskammaður móti sínum,
so hava tit ikki uppliva Reidar Jacobsen.
Reidar er uttan síðustykki, absolut frekasti og óforskammaði barrvørður norðan fyri alpurnar.

Kom og uppliva hendan hamrandi øra mannin í Maggies. Tað er ókeypis atgongd.
Verið fyrireikaði uppá tað ringasta, so man ikki fara at ganga heilt gali.
Men um eingin fær gron, er tað eitt mirakul 🙂

KRAZ PARLÉ 27 september

By Uncategorized

New instrumental music, written by the band members, is inspired by American jazz/blues culture, perhaps especially the “modern jazz” of the early fifties, with a touch of contemporary classical and Nordic folk music.
Exciting harmonies with a melodic edge, dynamic and percussive.
A musical journey into the chaotic star universe of beauty.

Kristian Pauli Ellefsen (piano)
Arnold Ludvig (bass)
Rógvi á Rógvu (drums)

Soleiðis er opið um Ovastevnuna og frameftir

By Uncategorized

Fríggjadagin 16 august kl. 13.00 til 23.45
Leygardagin 17 august kl. 13.00 til 03.45
Sunnudagin 18 august kl. 15.00 til 23.45
Mánadagin 19 august kl. 13.00 til 22.00

Eftir Ovastevnu er bert opið í vikuskiftunum:
Fríggjadag kl. 17.00 til 23.45
Leygardag kl. 13.00 til 23.45
Sunnudag kl. 13.30 til 22.00

NORÐAN – Celtic Harp and Nordic Fiddle 13 sept.

By Uncategorized

Faroese violinist Angelika Hansen and Berlin based harpist and photographer Thomas Loefke combine their own compositions – a hybrid of Celtic and Nordic music – with traditional music from the Faroe islands and Ireland, and photography of North Atlantic landscapes, people and nature. With violin, harp and pictures the two musicians take their audiences on a breathtaking adventurous journey to the North Atlantic: Tory Island in the Northwest of Ireland, the Shetlands, Lofoten in the East, Iceland in the North and right in the middle: the Faroe Islands.

Their new album Norðan 2 contains 14 original compostions by either Angelika or Thomas, a tune written for Norðan by Faroese composer Kristian Blak, a piece by Shetland fiddler Jenna Reid and a traditional slow air from Ireland.

North Atlantic islands like Stora Dimun, gannets and hedgehogs, boats, valleys and hidden lakes like Fjallavatn inspire the music on this album – and Angelika’s two daughters Bjørk and Brá who lend their names to two of Angelika’s compositions.

On 11 tracks Angelika and Thomas are joined by Scottish guitarist Ian Melrose. Other contributors on occasional tracks are cellist Hannah Alkire and guitarist Joe Scott from Colorado, singer Sanna Bæk Hoydal and keyboarder Finnur Hansen from the Faroe Islands and Berlin based Norland Wind guitarist Kerstin Blodig.

Angelika Hansen is the Faroe Island’s number one traditional fiddle player. With deep roots in the musical tradition of her home country she also feels at home in jazz and classical music. After growing up in a musical family, she studied music in Reykjavik and Copenhagen. With her band “Kvonn” (“Angelika” in the Faroese language), the Faroese Symphony Orchestra, with the Jazz formation Yggdrasil, with Aldubaran, with Norland Wind, with accordionist Anna Hüdepohl or as solo artist she has toured all over Europe, the USA, Australia, Japan and Greenland.

Thomas Loefke learnt his trade in Dublin from Ireland’s leading harp players – Máire Ní Cháthasaigh, Helen Davies and Áine Ní Dhúill. Since 1984 he has toured across Europe, North-Amerika and New Zealand and has won several international prizes, including first prize at the O’Carolan Harp Festival. He regularily tours with Riverdance-fiddler Máire Breatnach, with Kerstin Blodig and Ian Melrose as Norland Wind, with Colorado based cello / guitar-duo Acoustic Eidolon, pianist Lutz Gerlach and as soloist.

 

Piparstertur og David Miilmann Group (Benjamin Djurhuus)

By Uncategorized

Piparstertur (FO)

Smæðhettur, ið fúsir finna fagurleika í teimum færri spældu tónunum.
Piparstertur er ein hálvpopputur jazz-fusion bólkur, ið blandar kompleksitetin í jazzinum við lættlurtilig riff, melodiir og groove. Teir fimm piparstertirnir hava sera ymiskar bakgrundir og hetta eyðkennir eisini teirra stíl, sum tekur íblástur úr øllum frá klassiskum tónleiki til popp, rock, jazz og gospel. Teir gera tónleik, ið bæði bjóðar lurtaranum vælkomnum og avbjóðar hann. Løgini eru lættlurtilig á yvirflatuni, men eru fylt við spennandi fløkjasligum rytmum, harmonium og motivum.

Benjamin Djurhuus (gittar)
Jákup Tórgarð (klaver)
Djóni Nolsøe Fischer (bass)
Fríði Bjarkhamar (trummur)
Justin James Villanueva (saksofon)

David Miilmann Group (DK)

Instrumentalur tónleikur, ið sigur frá søgum.

Har er stór frumkraft uppá spæl, tá ið David Miilman Group (DMG), yvirtaka pallin og loyva okkum inn í sín sjangruspreingjandi ljóðheim.

Teir fimm tónleikararnir nýta teirra ljóðføri sum málgagn. Tað er kenslubart, sterkt og lívsjáttandi, tá ið bólkurin improviserar og skapar eina serstaka uppliving, hvør sína millum og við fjøldini.

Við Guitaristinum, David Miilmann, sum oddamann og einum felags kærleika fyri tónleikinum, leiðir DMG lurtaran inn í ein litríkan og upplyftandi felagsskap, ið eisini rúmar sorgblídni og umhugsan.
1. mars útgevur bólkurin sína seinnu plátu, ‘What’s Left’. Útgávan fortelur um eina broyting í bólkinum, ið ikki kann steðgast – at blíva eldri. Bólkurin varð stovnaður í 2021, og limirnir eru vaksnir sum bólkur og hvør sær. Sangirnir á plátuni siga frá søgum, ið hendu aftaná teirra debutpláta, ‘Waiting For Myself’, varð útgivin í 2021. Alt frá sólríkum seinnapørtum á Mujaffa’s á Istegade, til stríðsløtur og steðgir frá tónleikinum. ‘What’s Left’ vitnar um áræði og forvitni hjá bólkinum, at granska djúpdirnar í tónleikinum og sambandið millum limirnar – kom og uppliva tónleikin tá hann er best – LIVE!

DMG útgav sína debutplátu, ‘Waiting For Myself’, á síðsumri 2021. Síðani tað er bólkurin tvær ferðir tilnevdur til DMA Blues, teir hava verið finalistar í Jazzkappingini og hava spælt mangar konsertir runt í Danmark.

David Miilmann (gittar)
Buster Isitt (gittar)
Svend Feldbæk Winther (klaver)
Elias HP (bass)
Theiss Nemborg (trummur)

Benjamin Djurhuus hevur júst fingið tónleikaheiðurin 2024 frá Maggies áljóðandi kr. 10.000,-
Keyp atgongumerki til hesa konsertina har tað stendur Bejamin Djurhuus

Konsertin er partur av Summartónum