Skip to main content
0
All Posts By

Terji

Joe & The Shitboys 1 juni

By Uncategorized

Virðisløntu Iggy Pop viðurkendu tvíkyndu vegansku shitpunkarnir, Joe & The Shitboys, megna altíð at skelka áskoðararnir, fyri síðan at fáa teir upp á gólv og klemma hvønn annan.

Konsertinar eru orkubumbur, og eingin sleppur undan at vera við í tí, sum sker á pallinum – tí pallurin er allastaðni. Eyðkenda huglagið, sum lortendanir altíð megna at skapa, er litað av provokatión og kærleika. Áskoðarin verður konfronteraður við politiskum meiningum, samstundis sum politiskar ósemjur ikki eru ein nóg góð orsøk til at ikki at verða rivin við í ballið.

Seinastu árini hava teir spælt allastaðni frá Kekkia, Canada, Roskilde Festival og Hvalbiartunnilin, og jalig ummælir eru at hoyra allastaðni teir rokast.

“Great bass, great drummer hooked up really well with the guitar, with killer riffs, and really clever and catchy and uh.. WHAM vocals” – Iggy Pop (BBC Radio 6 Music)

 

 

Kóboykex 25 apríl

By Uncategorized

Føroyski bólkurin Kóboykex er mannaður av Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys og Heiðriki á Heygum.
Teirra fyrsta staklag “Midnight Gale” hava teir skrivað saman, har Sigmundur syngur lead og Heiðrikur syngur kór.
Sigmundur og Heiðrikur siga, at tónleikurin er ein blanding av country western og elektroniskum, og teir kalla genruna Countronica.

Bæði Sigmundur og Heiðrikur eru kend nøvn innan føroyska tónleikaheimin, og so eru teir nábúgvar í Havn.
Teir hava sama áhuga fyri gomlum western tónleiki, og valdu tí at seta høvdini saman, og úrslitið bleiv Kóboykex.

Sigmundur er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlanda punk scenuni.

Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá plátum hansara Funeral og Illusions, har landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying” eru á.

Sigmundur og Heiðrikur siga, teir fáa íblástur frá tónleikinum hjá Beck, Ennio Morricone, Patsy Cline, The White Stripes, Mirwais og gomlum spaghetti western filmum.

Í 2023 góvu teir út lagið “Padam Padam”, ið er tøkulag frá Kylie Minogue. Lagið hevur sera væl móttikið, og hevur verið stroymt nógv serliga á Youtube.

Links: Instagram: https://www.instagram.com/koboykex Padam Padam á Youtube: https://www.youtube.com/watch?v=fotj5QedYIc Padam Padam á Spotify: https://open.spotify.com/track/0IWxieR2xesGgozYd2SX0a?si=4fad2ed768f34bd1

Soleiðis er opið á páskum

By Uncategorized

Týsdagin 15 apríl
kl. 17.00 til 22.00.
Dortmund vs Barcelona (Køkurin stongdur)

Mikudagin 16 apríl
kl. 17.00 til midnátt 
Real Madrid vs Arsenal

Skírisdag
kl. 14.00 til midnátt
Man United vs Lyon

Langa fríggjadag
kl. 18.00 til midnátt

19 apríl
kl. 13 til ? (stOVEtónar í bygdini og Ratchid spæla frá kl. 20.00)

Páskadag
Stongt

2. Páskadag
kl. 14.00 til midnátt

Lena Anderssen 4 mai

By Uncategorized

Lena er aftur aktuel við sínari 6 útgávu State of the land. Vit gleða okkum at hoyra sangirnar frá nýggju útgávuni sum er framúr góð.

Við síni rødd, nærveru og persónligu forteljingum rørir Lena hjartastreingir.

Fyri uttan mannin Niclas á guitar, hevur hon við sær Josva Debes á trummum og Johannus á Rógvu á bassi.

Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni.

stOVEtónar í Nólsoy

By Uncategorized

Stuðulsnevndin fyri Ovasavnið skipar fyri einum stuðulstiltaki leygardagin 30. Mars frá kl. 16:00 – 22:00.

10 hús lata dyrnar upp fyri 20 konsertum við 10 ymum tónleikanøvnum.
Tey eru: Jens Marni, Signar í Homrum, Maria Á Heygum, Døgg Nónsgjógv, Spælimenninir og fleiri
Peningurin sum kemur inn, fer óskerdur til bygging av Ovasavninum.
Møguleiki er fyri mati og drekka í Royndarhúsinum í samband við konsertirnar.
Atgongumerki fyri bæði børn og vaksin kunnu keypast her á síðuni.
Maggies hevur eisini opið allan dagin og seint út á kvøldið.
Ókeypis atgongd

Sámal Ravnsfjall & Jóan Jakku Guttesen

By Uncategorized

Vágaverk alias Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen, trína aftur á pall í Maggies hesuferð sum Duo.

Menninir handan stór hitt sum Eftir 1001 nátt, Medistari í karry, Á trappuni hjá Lenu og Hvar baby, bara fyri at nevna nøkur í rúgvuni.

Í farna árið fekk Jóan Jakku heiðurin lifetime achievement á FMA.

Keyp atgongumerki her á síðuni fyri einans kr. 110,-

Tinganest 13 apríl

By Uncategorized

Tað verður lagt upp til eina perlurøð av vágaslagarum tá Tinganest trína á pall í Maggies.

Tinganest komu við fyrstu útgávuni í 83 og føroyingurin tók beinanvegin væl ímóti sangunum. Upp á tá og Vágagellan gjørdust útvarpshit og vóru sungnir á veitslum kring landið.

Fleiri løgdust til. Hvør man ikki hava sungið við til Annan sang, Síðsta dans, Válandi heim og Bakka fram, bara fyri at taka nakrar úr rúgvuni.

Í farna ári fekk Jóan Jakku lifetime achievement á FMA.

Fyri uttan høvuðsmenninar báðar, Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum, fara Holgar Jacobsen og Finnur Joen-Jacobsen, at spæla við á hesari konsertini í Maggies leygakvøldið 13 apríl kl. 20.00.

Aggrasoppar 21 juni

By Uncategorized

Aggrasoppar hava sníkt seg inn í ótilvitið hjá tí gemena føroyinginum í skjótt 4 ár og nú byrjar tað spakuliga at síggjast. Tey hava spælt víða um á tónleikafestivalum seinastu 2 árini og útgeva í mars sína seinnu plátu. Komið og upplivið hetta svaka og samstundis óskylduga tónleikakollektivið í Maggies 21. juni.

Til hesa konsertina kanst tú uppliva tey í meira heimligum hami, við minni larmi og meira denti á tekstirnar.
Sóljudrongur (vokalist)
Ayphin (vokalist)
Dada (vokalist)
Aggrasoppur #1 (bassist)
Aggrasoppur #2 (gittarist)

“Aggrasoppar er tónleikur og yrkingar, ið smelta saman í hægri eind. Vakurt, fyndið, hugvekjandi og fangandi.” – HOYMA

“Eg loyvi mær at taka fram tað øgiligu kraftina Aggrasoppar hava á palli…ein sovorðna frumkraft…hon kann fáa grót at syngja og deyð at klappa…ella sum íspegilin limraði í tokinum á veg aftur til London…: Jú, Aggrasoppar av øllum ber og eitt ørgrynni av ljóði ger. Rytmur, orð og fynd, ein alda djevulskynd, ið ógvar mangt pent á síni ferð…aggrast, so soppast…”
– Carl Jóhan Jensen

“Føroyskt flowerpunk naprap: AGGRASOPPAR lova eitt stuttligt kvøld við yvirraskilsum, stuttleika og mindfucks til allar sansir.” – Listastovan

“Jújú, tær ERU best, tá tær eru gamlar, eg meini vínfløskur í hasum deiliga Døgverðaslanginum hjá Aggrasoppum, sum eg sá og hoyrdi í Luftini í KVF í kvøld. Aggrasoppar – hetta herliga, unga, fjákuta, inniliga, álvarsliga, kreativa, syruta, djarvt og demonstrativt opið sprettandi samtíðarliga tónlistakollektivið. Takk!” – Kinna Poulsen

 

Jazzygold 24 mai

By Uncategorized

Síðan Jasmin Mote legði bólkin JASMIN í dvala og avdúkaði sítt nýggja artista navn jazzygold í 2023, hava vit fingið 4 frálík stakløg: Boring like me, Dyed my hair red, Lonely afterparties og Day off og so hevur hon eisini fingið frálík ummæli á festivalum uttanlands.

Jasmin hevur verið í Englandi, Íslandi, Norra (nakrar ferðir) og Hollandi, men nú er hon endiliga klár at koma heim at spæla nakrar konsertir og ein av teimum verður í Maggies í maj.
Hon hevur arbeitt við nýggjum tilfari í langa tíð, so her kunnu tit fáa ein smakk uppá hvat er í væntað í framtíðini. Kom til konsert og kava niður í kompleksa hugaheimin hjá eini kvinnu í tjúgunum, ið livir tað góða lívið. Jazzygold er erlig, verulig og tað hoyrist bæði í tónleiki og rødd, og sæst í tekstum og visuals. Hetta er ein sjussur blandaður úr R’n’B kendum soulpoppi, framúrskarandi visuals og nógvum bling bling, eriligheit og fangandi løgum.

Ov nógvar veitslur, ov nógvir timburmenn, ov nógv hjartasorg, hárliting í panikki, at troyttast av tínum vinum og vónin um eina nýggja byrjan. Kava niður í kompleksa hugaheimin hjá eini kvinnu í tjúgunum, ið livir tað góða lívið.

Jazzygold er erlig, verulig og tað hoyrist bæði í tónleiki og rödd, og sæst í tekstum og visuals. Hetta er ein sjussur blandaður úr RnB kendum soulpoppi, framúrskarandi visuals og nógvum bling bling, eriligheit og fangandi løgum.

 

200

By Uncategorized

So eru teir aftur her!

Reyvharði punkbólkurin úr Havn, sum aftur er aktuellur við nýggjari útgávu.

Konsertin í Maggies er ein standi konsert. Tí er pláss fyri 50 fólkum til hesa konsertina.

Vit gleða okkum. Keyp atgongumerki her á síðuni.