Skip to main content
0
All Posts By

Terji

Seinnaparts konsert við Fabio & Francesco 5 nov

By Uncategorized
Ókeypis Seinnaparts konsert.
A concert that follows the persistent and unsatisfying longing for remote journeys, through songs from different traditions (Irish, Welsh, Breton, Galician, Faroese, Manx, Inuit), always hovering between land and sea, between whalers’ ballads and shamanic visions , between stories of farewells and temporary landings in some lighthouse or port in the world.
Francesco Benozzo: voice and bardic harp
Fabio Bonvicini: voice, accordion, flutes
Francesco hevur spælt í Maggies áður. Her er brot frá tí konsertini.

Helge M Greve 24 november

By Uncategorized

Tað er við stoltleika, at vit í Maggies bjóða til klaverkonsert við unga stórtalentinum Helge M Greve.

Helge er einans 17 ára gamal og er hetta fyrsta, av allarhelst mongum komandi konsertum hjá honum.

Helge gekk í Musikskúlanum í Fuglafirði frá 2015 til 20. Tá flutti hann til Nólsoyar við familjuni og var á musikeftirskúla í Klejtrup, DK 22/23.

Hóast hann ikki heilt hevur gjørt av við seg sjálvan hvat hann ætlar sær í lívinum, er eingin ivi um at tað verður okkurt við tónleik at gera.
Helge byrjar nemliga á Musik Miðnámi komandi ár og hevur valt klaver á klassiskari linju.

Konsertin, sum varar 30 til 40 min, hevur hesa ambitiøsu skrá:

Nocturne í C# moll
– F. Chopin

6 Consolations í Db, No 3
– Franz Liszt

Nocturne í Bb moll,
– F. Chopin

Moonlight sonata 1st movement
– Beethoven

Fantaisie impromptu –
– F. Chopin

Aprés un reve, Op 7, No 1,
– Gabriel Fauré

6 moments musicaux, Op 16, No 4,
– Rachmaninoff

Vit gleða okkum og tað burdi onnur eisini gjørt.

Osgood/Blak/Poulsen 26 januar

By Uncategorized

Henda nýggja trioin sameinir tríggjar eklektiskar røddir á tí Norðurlendska jazzpallinum.

Kresten Osgood er allarhelst tann mest virkni trummuleikarin og marg-ljóðførisleikarin úr Danmark. Síðani 90’árini hevur hann spælt saman við nøkrum av teimum størstu stjørnunum innan jazz og frían tónleik, har nevnast kunnu: Paul Bley, Brad Mehldau, Peter Brötzman og nógvar aðrar stílskaparar. Tá Kresten spælir, verða bæði áhoyrarar – og tónleikararnir hann spælir við – drignir inn í hansara ómetaliga fría, eyma og stundum ótrúliga undirhaldandi musikalitet.

Bárður R. Poulsen hevur tey seinastu 12 árini búð og virkað í Noregi, og hevur í síni tíð har verið við til at mynda bólkar sum: Wako, Espen Berg trio og Flukten, umframt nógvar aðrar verkætlanir. Hann hevur ferðast í m.a.: Japan, Kina, Grikkalandi, Suður-Afrika og runt í Evropa.

Kristian Blak kenna og virða vit øll sum tónleikara, komponist og fyriskipara. Við bólkinum Yggdrasil hevur hann givið tíggjutals plátur út, og spælt konsertir um allan heimin.

Kristian og Bárður hava spælt saman síðani Bárður var tannáringur. Teir hava ferðast runt og spælt við Yggdrasil og Kvonn í Danmark, Bulgaria og Sibiria, og vóru tveireinir í Beijing, har teir spældu tríggjar konsertir.

Kristian er ein frælsur tónleikari, sum letur sítt hugskygni leiða. Vit hava tó sjáldan hoyrt hann spæla tónleik heilt uttan rammur, sokallaðan frían tónleik, og við hesi trioini fara vit at hoyra hvat hann finnur uppá, tá einki er avgjørt áðrenn farið verður á pall. Trioin er eitt spennandi møti milllum tríggjar tónleikarar, sum kunnu finna uppá hvat sum helst, og tað verður heilt sikkurt ein konsert sum fer at vekja áhuga og enntá hála í smílibondini.

Kristian Blak, klaver
Bárður Reinert Poulsen, bass
Kresten Osgood, trummur

 

Maggies stongt í oktober

By Uncategorized

Eftir eina langa sesong er túrurin komin til okkum í Maggies at halda “Summarfrí”.

Stongt er frá 2 oktober. Vit lata upp aftur fríggjadagin 3 november og byrja við Fimmara og konsert við Herborg Torkilsdóttir og Ólavi av Váli.

Neyst Café er tíbetur opið í vikuskftunum hetta tíðarskeiði.

OSGOOD/BLAK/POULSEN

By Uncategorized

Henda nýggja trioin sameinir tríggjar eklektiskar røddir á tí Norðurlendska jazzpallinum.

Kresten Osgood er allarhelst tann mest virkni trummuleikarin og marg-ljóðførisleikarin úr Danmark. Síðani 90’árini hevur hann spælt saman við nøkrum av teimum størstu stjørnunum innan jazz og frían tónleik, har nevnast kunnu: Paul Bley, Brad Mehldau, Peter Brötzman og nógvar aðrar stílskaparar. Tá Kresten spælir, verða bæði áhoyrarar – og tónleikararnir hann spælir við – drignir inn í hansara ómetaliga fría, eyma og stundum ótrúliga undirhaldandi musikalitet.

Bárður R. Poulsen hevur tey seinastu 12 árini búð og virkað í Noregi, og hevur í síni tíð har verið við til at mynda bólkar sum: Wako, Espen Berg trio og Flukten, umframt nógvar aðrar verkætlanir. Hann hevur ferðast í m.a.: Japan, Kina, Grikkalandi, Suður-Afrika og runt í Evropa.

Kristian Blak kenna og virða vit øll sum tónleikara, komponist og fyriskipara. Við bólkinum Yggdrasil hevur hann givið tíggjutals plátur út, og spælt konsertir um allan heimin.

Kristian og Bárður hava spælt saman síðani Bárður var tannáringur. Teir hava ferðast runt og spælt við Yggdrasil og Kvonn í Danmark, Bulgaria og Sibiria, og vóru tveireinir í Beijing, har teir spældu tríggjar konsertir.

Kristian er ein frælsur tónleikari, sum letur sítt hugskygni leiða. Vit hava tó sjáldan hoyrt hann spæla tónleik heilt uttan rammur, sokallaðan frían tónleik, og við hesi trioini fara vit at hoyra hvat hann finnur uppá, tá einki er avgjørt áðrenn farið verður á pall. Trioin er eitt spennandi møti milllum tríggjar tónleikarar, sum kunnu finna uppá hvat sum helst, og tað verður heilt sikkurt ein konsert sum fer at vekja áhuga og enntá hála í smílibondini.

Kristian Blak, klaver
Bárður Reinert Poulsen, bass
Kresten Osgood, trummur

Herborg Torkilsdóttir og Ólavur á Váli 3 november

By Uncategorized

Lagt verður upp til eina av hugnaligastu konsertum tú kann fyristilla tær, har Herborg og Ólavur fara at syngja øll síni kendu løg.

Herborg er kend fyri at skriva sínar bersøgnu, vællýstu og beinraknu sangir. Hon hevur givið fleiri løg út, sum lýsa tað góða og tað ringa, ið lívið hevur at bjóða. Og hetta hava fólk ordiliga tikið til sín.

Ólavur hevur útgávu á baki, sum varð innspæld í USA fyri nøkrum árum síðani, umframt stakløgini, hann hevur givið út seinastu árini.

Og fyrr í ár góvu tey eitt lag út saman “Syngja í dur”.

So set kross í kalendaran fríggjakvøldið 3. november og keyp atgongumerki, og so síggjast til eitt brak av eini konsert í Maggies kl. 20:00

Herborg Torkilsdóttir – Sang
Ólavur á Váli Olsen – Sang og gittar
Rakul Petersen – Bass og sang
Høgni Fagraberg – Gittar og sang
Magni Husgaard – Tangentar
Henning Hjalt Nicodemussen – Trummur

This is my life Kim Larsen kvøld

By Uncategorized

Fríggjakvøldið 15. september verður Maggies karmur um eitt stórfingið tiltak, har Signar í Homrum, Eyðun Nolsøe, Fríði Sigmundsson, Ólavur á Váli Olsen, saman við einum væl trimmaðum bólki, fara á pall í Nólsoy at heiðra Kim Larsen sála.

Her hevur tú møguleikan at uppliva eitt kvøld, sum ikki er sum hini, har fýra av okkara fremstu trubadurum fara at syngja klassikarar hjá Kim Larsen og Gasolin, so tað verður lagt upp til eitt ordans brak av eini konsert.

Á pallinum vera:
Eyðun Nolsøe (Sang/akk. guitar)
Ingi Poulsen (Sang/akk. guitar)
Ólavur á Váli Olsen (Sang/akk. guitar)
Fríði Sigmundsson (Sang/akk. guitar)
Høgni Fagraberg (Guitar)
John Johansen (Bass)
Magni Husgaard (Tangentar)
Henning Hjalt Nicodemussen (Trummur)

 

Soleiðis er opið í vetur

By Uncategorized

Fríggjadag kl. 17.00 til midnátt
Leygardag kl. 13.00 til midnátt
Sunnudag frá kl. 14.00 til 22.00

Tá Pub Quiz er, er eisini opið hósdag frá kl. 17.00 til 22.00

Um smærri bólkar ynskja at nýta Maggies til skeiðvirksemi ella annað, kann man skriva til maggies@maggies.fo, so finna vit heilt víst út av onkrum.

Vinarliga
Margreth og Terji

Opening hours during the winter

Friday from 5pm till midnight
Saturday from 1pm till midnight
Sunday from 2pm till 10pm

Ovastevna í Maggies

By Uncategorized

Vit í Maggies bjóða øllum vælkomnum til Nólsoyar á Ovastevnu.
Og veðrið sær út til at vísa seg frá síni bestu síðu.

Vit lata upp kl. 13.00 og hava opið líka til kl. 03.45.

Vit bjóða Maggies Pizza, Toast og Burgara.

Kl. 20,00 fer Kim Hansen á pallin og spælir líka til kl. 02.00.

Fríggjadagin er opið frá 13.00 til 22.00.
Leygardagin frá 13.00 til 03.45.
Sunnudagin frá 15.00 til midnátt.
Mánadagin frá 13.00 til midnátt.

Vit gleða okkum at síggja tykkum í góðum lag.