Stuðulsnevndin fyri Ovasavnið skipar fyri einum stuðulstiltaki leygardagin 30. Mars frá kl. 16:00 – 22:00.
Atgongumerki fyri bæði børn og vaksin kunnu keypast her á síðuni.
Stuðulsnevndin fyri Ovasavnið skipar fyri einum stuðulstiltaki leygardagin 30. Mars frá kl. 16:00 – 22:00.
Vágaverk alias Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen, trína aftur á pall í Maggies hesuferð sum Duo.
Menninir handan stór hitt sum Eftir 1001 nátt, Medistari í karry, Á trappuni hjá Lenu og Hvar baby, bara fyri at nevna nøkur í rúgvuni.
Í farna árið fekk Jóan Jakku heiðurin lifetime achievement á FMA.
Keyp atgongumerki her á síðuni fyri einans kr. 110,-
Tað verður lagt upp til eina perlurøð av vágaslagarum tá Tinganest trína á pall í Maggies.
Tinganest komu við fyrstu útgávuni í 83 og føroyingurin tók beinanvegin væl ímóti sangunum. Upp á tá og Vágagellan gjørdust útvarpshit og vóru sungnir á veitslum kring landið.
Fleiri løgdust til. Hvør man ikki hava sungið við til Annan sang, Síðsta dans, Válandi heim og Bakka fram, bara fyri at taka nakrar úr rúgvuni.
Í farna ári fekk Jóan Jakku lifetime achievement á FMA.
Fyri uttan høvuðsmenninar báðar, Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum, fara Holgar Jacobsen og Finnur Joen-Jacobsen, at spæla við á hesari konsertini í Maggies leygakvøldið 13 apríl kl. 20.00.
Aggrasoppar hava sníkt seg inn í ótilvitið hjá tí gemena føroyinginum í skjótt 4 ár og nú byrjar tað spakuliga at síggjast. Tey hava spælt víða um á tónleikafestivalum seinastu 2 árini og útgeva í mars sína seinnu plátu. Komið og upplivið hetta svaka og samstundis óskylduga tónleikakollektivið í Maggies 21. juni.
Til hesa konsertina kanst tú uppliva tey í meira heimligum hami, við minni larmi og meira denti á tekstirnar.
Sóljudrongur (vokalist)
Ayphin (vokalist)
Dada (vokalist)
Aggrasoppur #1 (bassist)
Aggrasoppur #2 (gittarist)
“Aggrasoppar er tónleikur og yrkingar, ið smelta saman í hægri eind. Vakurt, fyndið, hugvekjandi og fangandi.” – HOYMA
“Eg loyvi mær at taka fram tað øgiligu kraftina Aggrasoppar hava á palli…ein sovorðna frumkraft…hon kann fáa grót at syngja og deyð at klappa…ella sum íspegilin limraði í tokinum á veg aftur til London…: Jú, Aggrasoppar av øllum ber og eitt ørgrynni av ljóði ger. Rytmur, orð og fynd, ein alda djevulskynd, ið ógvar mangt pent á síni ferð…aggrast, so soppast…”
– Carl Jóhan Jensen
“Føroyskt flowerpunk naprap: AGGRASOPPAR lova eitt stuttligt kvøld við yvirraskilsum, stuttleika og mindfucks til allar sansir.” – Listastovan
“Jújú, tær ERU best, tá tær eru gamlar, eg meini vínfløskur í hasum deiliga Døgverðaslanginum hjá Aggrasoppum, sum eg sá og hoyrdi í Luftini í KVF í kvøld. Aggrasoppar – hetta herliga, unga, fjákuta, inniliga, álvarsliga, kreativa, syruta, djarvt og demonstrativt opið sprettandi samtíðarliga tónlistakollektivið. Takk!” – Kinna Poulsen
Síðan Jasmin Mote legði bólkin JASMIN í dvala og avdúkaði sítt nýggja artista navn jazzygold í 2023, hava vit fingið 4 frálík stakløg: Boring like me, Dyed my hair red, Lonely afterparties og Day off og so hevur hon eisini fingið frálík ummæli á festivalum uttanlands.
Jasmin hevur verið í Englandi, Íslandi, Norra (nakrar ferðir) og Hollandi, men nú er hon endiliga klár at koma heim at spæla nakrar konsertir og ein av teimum verður í Maggies í maj.
Hon hevur arbeitt við nýggjum tilfari í langa tíð, so her kunnu tit fáa ein smakk uppá hvat er í væntað í framtíðini. Kom til konsert og kava niður í kompleksa hugaheimin hjá eini kvinnu í tjúgunum, ið livir tað góða lívið. Jazzygold er erlig, verulig og tað hoyrist bæði í tónleiki og rødd, og sæst í tekstum og visuals. Hetta er ein sjussur blandaður úr R’n’B kendum soulpoppi, framúrskarandi visuals og nógvum bling bling, eriligheit og fangandi løgum.
Ov nógvar veitslur, ov nógvir timburmenn, ov nógv hjartasorg, hárliting í panikki, at troyttast av tínum vinum og vónin um eina nýggja byrjan. Kava niður í kompleksa hugaheimin hjá eini kvinnu í tjúgunum, ið livir tað góða lívið.
Jazzygold er erlig, verulig og tað hoyrist bæði í tónleiki og rödd, og sæst í tekstum og visuals. Hetta er ein sjussur blandaður úr RnB kendum soulpoppi, framúrskarandi visuals og nógvum bling bling, eriligheit og fangandi løgum.
22 dec. lata vit upp við Fimmara. Opið so leingi fólk er, tó seinast til kl. 03.00.
23 dec. Tollaksmessudag er føðingardagur hjá Jákup á Møn. Dyrnar lata upp kl. 13.00.
Terji Rasmussen, Hákun Andreas Hansen og kanska onnur spæla javnt og samt frá kl. 20.00. Onkur tilboð verða eisini til taks.
Opið er so leingi fólk eru. Tó seinast til kl. 03.45.
24 og 25 dec. er stongt.
2. Jóladag er opið frá kl. 17.00. Vit vísa Man United vs Aston Villa kl. 20.00. Terji Rasmussen spælur eina løtu eftir dystin.
Opið er so leingi fólk eru. Tó seinast til kl. 03.45.
27 dec. er stongt vegna Jarðarferð
28 og 29 er opið frá kl. 13.00. Pizza fæst bert millum kl. 17 og 19. Opið er til kl. 22.00
30 dec. er opið frá kl. 13.00. Fimmari er kl. 17. Opið er til midnátt.
31 dec. Nærri kunning seinni.
Gníst er uttandura heildagskonsert í Nólsoy sum byrjar kl. 14.00 og endar kl. 22.00.
Prísurin er kr. 400,- + kr. 15 í provisión. Also kr. 415,- tilsamans.
Børn undir 14 ár hava fría atgongd.
Haldi tykkum kunnaði um orkesturnøvnini á gnist. fo ella Facebook síðuni hjá Gníst.
Nólsoyarbygd verður klár at taka ímóti glaðum konsert gestum við góðum hýri, mati og drekka, -og Maggies er sjálvandi eisini opið allan dagin og út á náttina.
Leysir endar – útgávukonsert við Anniku Hoydal
Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – ella meiri nágreiniligt, í heili 7 áratíggju.
Hon er kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt at hon hevur framført nógv undir egnum navni. Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum og nógvir av sangunum eru vorðnir fólkaogn. Sangir sum “Aldan”, “Í Dans” og “15 ár” eru millum kendu sangirnar, og verða framvegis sungnir av fólki í øllum aldursbólkum.
Men tað eru ikki einans gomlu løgini ið hitta. Í 2016 fekk Annika ikki færri enn tríggjar tilnevningar til FMA, í sambandi við útgávuna “Endurljós”.
Tað er tí sera spennandi, at Annika nú, 77 ára gomul, hevur lagt síðstu hond á enn eina útgávu.
Útgavan kallast “Í Hoydølum: Leysir endar” og er ein røð av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjøgnum eitt langt lív. Her eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal hevur týtt til føroyskt.
Saman við sínum frálíka bólki hevur Annika verið í upptøkuhøli í Hoydølum og spælt inn. Alt akkustiskt og alt í umhvørvinum har Annika vaks upp.
Aktuel við nýggjari plátu og enn við líka nógvum uppá hjarta, er Annika á útgávu ferð við øllum tónleikarunum, ið innspældu útgávuna.
Hetta verður ein konsert, ið øll burdu upplivað.