Skip to main content
0
All Posts By

Terji

Soleiðis er opið í vetur

By Tíðindi

Fríggjadag kl. 17.00 til midnátt
Leygardag kl. 13.00 til midnátt
Sunnudag frá kl. 14.00 til 22.00

Tá Pub Quiz er, er eisini opið hósdag frá kl. 17.00 til 22.00

Um smærri bólkar ynskja at nýta Maggies til skeiðvirksemi ella annað, kann man skriva til maggies@maggies.fo, so finna vit heilt víst út av onkrum.

Vinarliga
Margreth og Terji

Opening hours during the winter

Friday from 5pm till midnight
Saturday from 1pm till midnight
Sunday from 2pm till 10pm

Ovastevna í Maggies

By Uncategorized

Vit í Maggies bjóða øllum vælkomnum til Nólsoyar á Ovastevnu.
Og veðrið sær út til at vísa seg frá síni bestu síðu.

Vit lata upp kl. 13.00 og hava opið líka til kl. 03.45.

Vit bjóða Maggies Pizza, Toast og Burgara.

Kl. 20,00 fer Kim Hansen á pallin og spælir líka til kl. 02.00.

Fríggjadagin er opið frá 13.00 til 22.00.
Leygardagin frá 13.00 til 03.45.
Sunnudagin frá 15.00 til midnátt.
Mánadagin frá 13.00 til midnátt.

Vit gleða okkum at síggja tykkum í góðum lag.

 

Elin Brimheim Heinesen Band 2 sept.

By Uncategorized

Kom og njót eina hugnaliga løtu í Maggies saman við Elini og dugnaligu tónleikafeløgum hennara Eyðuni, Edvard og Rógva.

Elin Brimheim Heinesen, fødd í Havn í 1958, er kend songkvinna og sangskrivari, sum hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í Føroyum síðani 70’ini.

Fyri nøkrum árum síðani gjørdist hon væl umtókt aftur, tá hon gav út soloútgávuna “Handan stjørnurnar” summarið 2018 við egnum løgum.

Elin er solistur, men hevur spælt og sungið saman við fleiri øðrum tónleikarum. Samstarvið við Kára Jacobsen er helst tað, fólk kenna mest til. Tey bæði góvu út NALJA í 1988.

Tey flestu kenna helst lagið “Eitt dýpi av dýrari tíð”, sum Elin hevur gjørt til yrking hjá pápanum Jens Paula Heinesen.

Elin hevur eisini samstarvað við akustiska bólkin Ad Libitum, sum úrslitaði í útgávuni “Yndisløg” í 2010.

Í summar gevur hon út nýggja útgávu við symfoniskum løgum, hon hevur gjørt til yrkingar hjá pápanum, Jens Paula Heinesen.

ELIN BRIMHEIM HEINESEN BAND:
Elin Brimheim Heinesen (vocal, guitar)
Eyðun Mohr Hansen (guitar)
Edvard Nyholm Debess (bass)
Rógvi á Rógvu (drums)

……………………

Visit Maggies on the island Nólsoy to enjoy a cozy evening with Elin and her fellow musicians Eyðun, Edvard and Rógvi.

Elin Brimheim Heinesen, born in Tórshavn in 1958, is a Faroese singer and songwriter, who has been active on the music scene on the Faroe Islands since the seventies.

A few years ago she gained popularity once again, when she released her solo album “Handan stjørnurnar” (Beyond The Stars) in the summer of 2018 with her own compositions.

Elin is a soloist but has performed with several other artists from time to time – the co-work with Faroese composer/producer Kári Jacobsen being the most well known, with whom she published their debut album NALJA in 1988.

And the co-work with the band Ad Libitum with whom she published the album “Yndisløg” (Treasured Songs) in 2010.

This summer she will release a new album with symphonic music she has composed to poems by her father, the late author Jens Pauli Heinesen.

Meira kunning / More info:

https://www.facebook.com/ElinBrimheimHeinesen/

http://heinesen.fo

 

Vágaverk venjing 3 august

By Uncategorized

í smb. við at Vágaverk skal spæla á Summarfestivalinum hava teir valt, at hava eina venjing í Maggies hósdagin 3 august.

Venjingin byrjar kl. 18.00 og endar kl. 22.00.

Øll eru vælkomin at lurta við til venjingina og tað er ókeypis men avmarka atgongd.

á Heygum/Nielsen Family 16 juni

By Uncategorized

Hvat hava RSP, Maria Ronnisdóttir, Rúna á Heygum og Ronny Nielsen til felags?

Jú, Heini úr RSP og Maria eru børn hjá songfuglunum Rúnu og Ronny.

Og nú verður høvi at hoyra konsert við fyrst Ronny, síðan Ronny og Mariu og til seinast RSP.
Kanska okkurt yvirraskilsi verður eisini.

Ronny kenna vit frá m.a. Paragraf, Black Birds o.ø. Millum mannað hevur hann í nógv ár verið roknaður sum ein av bestu rocksangarum á klettunum.

 

Maria brakaði í gjøgnum við sanginum Brævið og er nú aktuel við tárapressaranum, Góðan morgun, mín kæri.

 

 

RSP hava júst vunnið FMA fyri stórsta hittið í 2022. Gev mær meira pengar. Hesin og nakrir av hinum góðu, vera at hoyra hetta kvøldið.

 

Konsertin byrjar kl. 19.30 og tónleikurin ljómar líka til Ternan siglir seinasta túr kl. 22.20.

Vit gleða okkum almikið til eitt serstakt kvøld við inniligum sangi og bombastiskum rappi.

Tónlistahópur 26 juli

By Uncategorized

Tónlistahópur er nýstovnað trio, sum er samansett av einum föroyingi og tveimum íslendingum, sum eru búsettir í Akureyri.

Tey koma til Föroyar um Ólavsökutíð at syngja fyri föroyingum og gestum teirra. Skráin er samansett av nýligum íslendskum popp/jazz/indie fólkatónleiki og nýggjum útsetningum av gomlum íslendskum løgum. Summi løg eru frumsamd. Hópurin er samansettur av tónlistarfólki sum hava sungið og spælt alla sína tíð.

Bjarkey Sigurðardóttir
Född í 1978 og uppvaksin uttan fyri Akureyri. Móðir at tveimum ungdómum og lærari í Akureyri. Hevur verið í tónlistarskúla síðan hon var 8 ár og kom nærmast av óvart inn í sangverðina tá ið hon var um 17 ár.  Bjarkey bleiv liðug við sangútbúgving frá Tónlistarskúlanum á Akureyri í 1999 har hon debuteraði við hövuðsleiklutinum í Brúðleypi Figaros.

Lærdi framhaldsnám í 2 ár í Nýggja tónlistarskúlanum í Reykjavík hjá Alinu Dublik har tey framførdu m.a. Dido og Aeneas.

Bjarkey hevur verið virkin í fjølbroyttum tónlistarstílum og sungið klassiskar ariur líka so væl sum rocktónleik.

Bjarkey var í Føroyum í 2018 og tók lut í Fólkastevnuni har hon framførdi íslendsk tjóðløg. Hon hevur verið limur í Kammerkór Norðurlands síðan 2018.

Sigurður Ingimarsson
Sigurður H. Ingimarsson er tónlistarmaður frá Akureyri á Íslandi.

Sigurður er útbúgvin sanglærari frá Complete Vocal Institute í Keypmannahavn og hevur á sínari yrkisleið luttikið sum sangari í mongum stórum konsertum í Íslandi og í Norgi. M.a. hevur hann verið við í uppseting av Jesus Christ Superstar har hann bæði hevur havt leiklutin hjá Judas og einum av høvuðsprestunum. Og so hevur hann eisini verið við í Abba show á Broadway í Reykjavík.

Sigurður er eisini ein framúrskarandi guitaristur og hevur givið út frumgjørda tónlist og tikið lut í útgávum hjá øðrum tónlistarfólki sum solistur. Sigurður starvast sum tónlistalærari í Tónlistarskólanum í Eyjafirði.

Rannvá Olsen
Rannvá Olsen er fødd og uppvaksin í Tórshavn, men flutti til Reykjavíkar í 1993 í tónlistarnám har hon menntaði seg sum tónlistarlærari og kórstjóra frá Tónlistarskúlanum í Reykjavík.

Rannvá hevur sungið og spælt við mongum ýmiskum tónlistarfólki og hevur tikið virknan lut í tónlistaútgávum við manni sínum. Hon hevur tey seinastu árini verið sopran í Vox Feminae, Tarira og Kammerkór Norðurlands.

Vit í Maggies gleða okkum til hetta sermerkta kvøld.

Herborg Torkildóttir Band 7 juli

By Uncategorized

Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta lagið út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin innan tónleikaheimin í Føroyum.

Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg«, »Náttin var okay«, »Runt allar Føroyar« og seinast »Syngja í dur«.

Herborg skrivar sjálv sínar sangir, og hon ynskir, at lurtarin skal skilja “søguna” fyrstu ferð lagið verður hoyrt, og at man helst skal kunna kenna seg aftur, í teimum ymisku støðunum, sum verða lýstar.

Tann fyrsta konsertin hjá Herborg Torkilsdóttir var á Maggies í 2019, og nú, 4 ár seinni, kemur hon aftur!

Saman við Herborg hetta kvøldið, eru Rakul Petersen (guitar), Magni Husgaard (keyboard), Elin Maria Hansen (bass) og Henning H.Nicodemussen (trummir).

 

Soleiðis er opið í summar

By Uncategorized

Soleiðis er opið í summar.

Frá 16 mai til og við 14 august er opið allar dagar uttan mánadag. Tá er stongt.

Týsdag og mikudag 13.00 til 19.00 (Einans Fisk og chips á matarlepanum)
Hósdag 13.00 til 22.00
Fríggjadag og leygardag 13.00 til midnátt
Sunnudag 14.00 til 22.00

Køkurin er opin allar dagar til 19.00