Skip to main content
0
All Posts By

Terji

GØ 21 december

By Uncategorized

FØ:
Bólkurin GØ bleiv stovnaður í 2015 av fýra ungum tónleikarum, ið vóru troyttir av at spæla pent og rætt. Í dag eru hesir nakrir av mest umbidnu tónleikarunum í Føroyum, og teir halda enn fast í tí somu rebelsku tilgongdini tá teir skriva og spæla tónleik; alt er lov í GØ. Meðan ljóðmyndin, ið GØ skapar, leitar sær aftur til 60’ini og 70’ini, so bera kompositiónirnar brá av film noir, spaghetti western, jazzi og rokki.

Eitt er í hvussu so er sikkurt, og tað er at GØ bjóðar lurtaranum við inn í teirra serstaka tónleikaheim við fangandi kompositiónum, stuttligum improvisatiónum og skeivum tónum.

GØ er:
Ólavur Ey. Gaard – Guitar
Kristian Pauli Ellefsen – Keys
Árni Jóhannesson – Bass
Hjørtur P. Háberg – Drums
Sjúrður Zachariassen – Sax

DK:
GØ blev dannet i 2015 af fire unge musikere, der var trætte af at spille pænt og på den “rigtige” måde. Disse unge drenge er i dag nogle af de mest efterspurgte musikere på Færøerne, og de holder stadig fast i den samme rebelske tilgang, når de spiller med GØ. Kompositionerne der er inspireret af Jazz, Psykedelisk rock og Filmmusik, bliver klædt i et lydunivers der drager inspiration fra 60’erne og 70’erne. GØ’s musik er blevet rost for sin originalitet, og bandets musik fortsætter med at fascinere publikum med sin spændende energi og til tider humoristiske karakter.

ENG:
GØ was formed in 2015 by four talented young musicians from Tórshavn, who were tired of playing “the right way”. Today they are among the most requested musicians on the Faroe Islands and they still live by the same mentality when playing or writing music together; in GØ, everything goes. While the sound of the band resembles an echo from the sixties or seventies, the music is inspired by Jazz, Rock and film music, such as film noir or spaghetti western. GØ’s music has been praised for its originality and the band’s music has continued to intrigue audiences with its exciting energy and sometimes humoristic character.

 

Kom bara inn, eg skal ikki gráta 10 november

By Uncategorized

Frá dapurleika til vakurleika

Tað er ikki ofta, at annað enn tónleikur verður framførdir á pallinum í Maggies. Tí er tað við stoltleika, at vit kunnu bjóða tykkum út til Nólsoyar til sjónleik eitt novemberskvøld í Maggies.

Talan er um einrøðuleikin ‘Kom bara inn, eg skal ikki gráta’, sum Jógvan Andrias Joensen framførir og Edvard Nyholm Debess, tónleikari, spælir undir.

Einrøðuleikurin tekur støði í lívinum hjá niðurbundnum mjadnabarni á drúgvari sjúkralegu í Danmark. Hann tekur upp evni fráveru av nærveru, einsemi, men er eisini ein lýsing av eini drúgvari ferð úr tí óvirðiliga og dapra til tað tignarliga og vakra.

Góðu ummælini, nógva umrøðan og ikki minst dokumentarurin Mjadnabørn, sum kringvarpið vísti í 13.januar 2022, hava havt við sær størri opinleika um teir mongu føroysku sjúklingarnar, børn og ung við sálarligum ella kropsligum avbjóðingum, sum vórðu send til Danmarkar, uttan at foreldur ella avvarðandi sluppu við.

 Hetta er søgan um okkum:
– um tey, sum vóru send til Danmarkar, av tí at vit í Føroyum ikki høvdu neyðugar umstøður og førleikar til hendan partin av okkara medborgarum.
– um tey sum vóru eftir heima og longdust eftir sínum kæru.

– um eldsálir, sum tóku tøk og ótroyttiliga stríddust fyri at skapa umstøður og virðilig kor, soleiðis at føroyskir sjúklingar í Danmark kundu koma aftur til Føroyar.

– um læknavísindina, sum við áhaldandi gransking strembar eftir vísindaliga at menna viðgerðarhættir og bøta um umstøður á heilsuøkinum.

Aftaná fegnast vit í orðum og tónum um tað góða lívið, sum eitt nú ein løta í Maggies kann skapa í Nólsoy!

 

Jensia 8 august

By Uncategorized

Stóð tað til Jensiu, hevði man ikki verið noyddur at útgivi tónleik. Hvørki digitalt ella á nakran annan hátt. Man hevði einfalt komi og lurta, har tónleikurin nú bleiv spældur, og hevði vita, at man fekk nakrar søgur fortaldar, sum man tímdi at lurta eftir, meira enn einaferð.
Hetta kemur tú nokk at leggja til merkis, tá hon spælir í Maggies.

Her verður gott bland av kendum enskum sangum, og eisini verða hennara heilt óhoyrdu føroyskir sangir framførdir. Um alt frá lívi til deyða, kærleika og manglandi kærleika; Tá tú lurtar eftir Jensiu, sleppur tú at gloyma heimin eina løtu.

Vit í Maggies gleða okkum til hesa helst inniligu løtuna við Jensiu.

Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni.

Brekkufeðgar 13 juli

By Uncategorized

BREKKUFEÐGAR Á FERÐ

Fyri fyrstu ferð trína BREKKUFEÐGAR á pall saman. Við sær hava teir Kristian Paula Ellefsen og Rógva á Rógvu. Teir báðir er bæði blíður og týðir, skemtiligir og ikki minst, sera musikalskir.

Hans Petur hevur funnið saxofoninar fram, hevur verið á skipasmiðjuni og bankað rustin av teimum, so nú eru tær sum nýggjar.

Bastian Fossá í Brekkunum spælir kontrabass og el-bass og gongur á talentbreytini í frálíka Skt. Annæ studentaskúlanum í Keypmannahavn. Eisini er hann fastur limur í Copenhagen Youth Jazz Orchestra, ið er talentorkestur hjá DR-Big Band.

Konsertin er í tveimum pørtum. Fyrri partur er lurtaravinarligur við løttum melodiskum norðurlendskum jazztónleiki, krydda við amerikanskum brellbitum.

Seinni partur av konsertini er funky, popput og dansivinarligur tónleikur hjá m.a. David Sanborn og Mezzoforte.

Hans Petur í Brekkunum, Alt- og tenorsax
Bastian Fossá í Brekkunum, kontrabass og el-bass
Kristian Pauli Ellefsen, klaver og keyboard
Rógvi á Rógvu, trummur

Jónas Gaard og Sigrið 12 juli

By Uncategorized
Jónas Gaard og Sigrið á Maggies 12. juli!
Fríggjadagin 12. juli koma Jónas Gaard og Sigrið, at spæla á Maggies. Tey fara við bólki at spæla egin løg. Í 2022 góvu tey saman sangin Farin út, ið hevur verið nógv at hoyra seinasta árið. Seinasta árið hevur Jónas arbeitt uppá eina EP, og tað verða sangir ið Jónas hevur skrivað, ið tey koma at spæla.
Spennandi nýggjur føroyskur poppur.
Jónas Gaard – Sang/gittar
Sigrið F Hansen – Kontrabass
Benjamin Djurhuus – Gittar/bass
Fríði Bjarkhamar – trummur
Vinjar Egilsnes – Keys

Joe & The Shitboys 1 juni

By Uncategorized

Virðisløntu Iggy Pop viðurkendu tvíkyndu vegansku shitpunkarnir, Joe & The Shitboys, megna altíð at skelka áskoðararnir, fyri síðan at fáa teir upp á gólv og klemma hvønn annan.

Konsertinar eru orkubumbur, og eingin sleppur undan at vera við í tí, sum sker á pallinum – tí pallurin er allastaðni. Eyðkenda huglagið, sum lortendanir altíð megna at skapa, er litað av provokatión og kærleika. Áskoðarin verður konfronteraður við politiskum meiningum, samstundis sum politiskar ósemjur ikki eru ein nóg góð orsøk til at ikki at verða rivin við í ballið.

Seinastu árini hava teir spælt allastaðni frá Kekkia, Canada, Roskilde Festival og Hvalbiartunnilin, og jalig ummælir eru at hoyra allastaðni teir rokast.

“Great bass, great drummer hooked up really well with the guitar, with killer riffs, and really clever and catchy and uh.. WHAM vocals” – Iggy Pop (BBC Radio 6 Music)

 

 

Kóboykex 25 apríl

By Uncategorized

Føroyski bólkurin Kóboykex er mannaður av Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys og Heiðriki á Heygum.
Teirra fyrsta staklag “Midnight Gale” hava teir skrivað saman, har Sigmundur syngur lead og Heiðrikur syngur kór.
Sigmundur og Heiðrikur siga, at tónleikurin er ein blanding av country western og elektroniskum, og teir kalla genruna Countronica.

Bæði Sigmundur og Heiðrikur eru kend nøvn innan føroyska tónleikaheimin, og so eru teir nábúgvar í Havn.
Teir hava sama áhuga fyri gomlum western tónleiki, og valdu tí at seta høvdini saman, og úrslitið bleiv Kóboykex.

Sigmundur er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlanda punk scenuni.

Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá plátum hansara Funeral og Illusions, har landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying” eru á.

Sigmundur og Heiðrikur siga, teir fáa íblástur frá tónleikinum hjá Beck, Ennio Morricone, Patsy Cline, The White Stripes, Mirwais og gomlum spaghetti western filmum.

Í 2023 góvu teir út lagið “Padam Padam”, ið er tøkulag frá Kylie Minogue. Lagið hevur sera væl móttikið, og hevur verið stroymt nógv serliga á Youtube.

Links: Instagram: https://www.instagram.com/koboykex Padam Padam á Youtube: https://www.youtube.com/watch?v=fotj5QedYIc Padam Padam á Spotify: https://open.spotify.com/track/0IWxieR2xesGgozYd2SX0a?si=4fad2ed768f34bd1

Soleiðis er opið á páskum

By Uncategorized

Týsdagin 15 apríl
kl. 17.00 til 22.00.
Dortmund vs Barcelona (Køkurin stongdur)

Mikudagin 16 apríl
kl. 17.00 til midnátt 
Real Madrid vs Arsenal

Skírisdag
kl. 14.00 til midnátt
Man United vs Lyon

Langa fríggjadag
kl. 18.00 til midnátt

19 apríl
kl. 13 til ? (stOVEtónar í bygdini og Ratchid spæla frá kl. 20.00)

Páskadag
Stongt

2. Páskadag
kl. 14.00 til midnátt

Lena Anderssen 4 mai

By Uncategorized

Lena er aftur aktuel við sínari 6 útgávu State of the land. Vit gleða okkum at hoyra sangirnar frá nýggju útgávuni sum er framúr góð.

Við síni rødd, nærveru og persónligu forteljingum rørir Lena hjartastreingir.

Fyri uttan mannin Niclas á guitar, hevur hon við sær Josva Debes á trummum og Johannus á Rógvu á bassi.

Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni.