MonkeyRat & The Hentze Horns have 3 new singles, the 1st one, Ba Da Boom Boom Bass is on A rotation playlist, playing now, as we speak and it’s a big hit!
Arnold Ludvig – bass/composer, Anna Iachino – vocalist/songwriter, Alain Apaloo (Togo, living in Dk) – guitar, Jens Stoklund (Dk) – drums, Johan Hentze – trumpet, Rúni Hentze – trumpet, Matthias Kjølbro – saxophone and Tróndur Herason Olsen – baritone trumpet
Fry einans kr 150,- fært tú hetta + eina ókeypis MonkeyRat fløgu Fuck The Jante Law 🙂
file:///Users/mac/Music/iTunes/iTunes%20Media/Music/Unknown%20Artist/Unknown%20Album/Ba-Da-Boom-Boom-Bass-mp3-promo.mp3
Lea Kampmann er ung, talentfull sangskrivarinna, sum seinastu mánaðarnir hevur verið nogv at hoyrt kring landið. Ma. hevur hon hita upp fyri Eivør, spælt í útvarpinum og hevur hon verið ómetaliga vælmóttikin. Seinni í apríl fer hon í studio at taka upp plátu, so hetta kvøldi sleppa vit at fáa eina smakkiroynd uppá tað ið fer at vera útgivið innan næstu mánaðarnar. Øll tekin í sól og mána eru um, at Lea fer at vera nógv at hoyra í komandi tíðum.
Teir sum vera við Leu á konsertini í Maggies eru menn kendir úr m.a. Gø og Sissal
Olavur Gaard (guitar), Vinjar E. Petersen (klaver), Magnus Lydersen (bass) og Hjørtur Háberg (trummur)
Atgongumerki kunnu keypast her á síðuni ella í Maggies.
Konsertskráin hevur eina søgugongd. Tað vil siga, øll løgini hanga saman, sum kapittlar í eini bók. Søgan inniber sterkar mótsetningar: Tað grøna summarið, ið boðar fagrar tónar mótvegis tunga vetrinum, ið slær tungar rútmur. Tann gamli føroyski fólkatónleikurin mótvegis torgreidda bebop tónleikinum í USA
https://www.dropbox.com/s/7qmx04wuqhd8str/Promo%20endaligt.mov?dl=0
So vóru teir aftur her. Kátir Kallar. Altíð ein garantur fyri eini góðari konsert. Cremé de la cremé av føroyskum jazztónleikarum, sum her framføra kend føroysk løg í jazzifiseraðum hami.
Rógvi á Rógvu, trummur – Arnold Ludvig, bass – Magnus Johannessen, piano og Herluf Lutzen, guitar. Kátir kallar við lít 🙂
Ein super byrjan á einari langari konsert røð í Maggies í summar.
Við í prísinum er eisini fløgan hjá Kátum Kallum, ið kom út í heyst.
Vit gleða okkum.
Atgongumerki og fløga á kr. 120,- + provisión kr. 12,-
DANNY & THE VEETOS leggur seg eftir at spæla elektroniskan fólkapopp, ið er frískur og lívligur við einum lítlum smakki av sorgblídni. DANNY & THE VEETOS hava gjørt um seg hetta síðsta árið við staklagnum “Sunnukvøld í Mai” og við jólalagnum “Jólanætur”. Teir hava spælt nógvar konsertir runt Føroyar og nýliga verið í Grønlandi, og hava teir spælt konsert í Norðurlandahúsinum Katuaq í Nuuk.
Nú vera teir so at hoyra fyri fyrstu ferð í Maggies.
Atgongumerki á kr. 100,- +provisión, kunnu keypast her á síðuni ella í Maggies.
Konsertin í Maggies verður ein av trimum í Føroyum á hesum sinnið. Hon kemur í Maggies sum tað fyrsta eftir eina rímiliga langa konsertferð í DK.
Lena hevur fýra útgávur á baki og nýggj er væntandi í mars í ár.
Long Distance kom í 98, Can´t erase it í 05, Let your scars dance í 2007 og Letters from the Faroes í 11.
Hon hevur vunnið eina rúgvu av prísum. M.a. ársins sangarinna í bæði 08 og 11 á Planet Awards.
Lena hevur haft tvær minniligar konsertir í Maggies áður, so vit gleða okkum til enn eina inniliga konsert við Lenu, gemalinum Niclas og Johannus á Rógvu.
Atgongumerki fáast her á síðuni og í Maggies.
Í mars fer Eivør ein mini konserttúr í Føroyum. Konsertin 11 mars í Maggies verður ein av bert fýra konsertum á ferðini. Vit eru sjálvandi errin um at hon hevur valt Maggies til eina av sínum konsertum.
Seinast Eivør var í Maggies var magiskt og nú hon kemur aftur, er hon kanska betri enn nakrantíð og háaktuel við ikki minnið ein tveimum útgávum. Bridges á enskum og Slør á føroyskum málið.
Høgni Lisberg og Mikael Blak eru við henni á túrinum.
Atgongumerki á kr. 250,- + 12.5 í provisión fáast her á síðuni. Ella fyri 250,- í Maggies.
Tað er ikki møguligt at bíleggja atgongumerki til konsertina. Einans keyp her á síðuni ella í Maggies.
Først til mølle 🙂
Útselt er til hesa konsertina.
Frá og við sunnukvøldinum 11 september, verður Alice Simonsen vertur fyri Pub Quiz í Maggies annað hvørt sunnukvøld kl. 19.30.
Umframt tær vanligu tríggju rundurnar, er eisini ein einkult runda, har møguleiki er at vinna gávukort frá Maggies 🙂
So Nólsoyingar,… og onnur, møti fjølment og deil tykkara vitan og vísdom við okkum óvitandi.
Gleð ein vin við gávukorti frá Maggies, forma sum ein eskja við ókeypis gávulutum í.
Gávukortini kunnu keypast fyri kr. 100,- og upp eftir.
Tey kunnu keypast í Maggies ella bíleggjast við telduposti á maggies@maggies.fo
Um tú velur at bíleggja yvir netið, noyðist tú tó sjálvur at byggja eskjuna tú fær sendandi 🙂


