Skip to main content
0
Category

Uncategorized

Soleiðis er opið um páskirnar

By Uncategorized

Týsdagin 15 apríl
kl. 17.00 til 22.00.
Dortmund vs Barcelona (Køkurin stongdur)

Mikudagin 16 apríl
kl. 17.00 til midnátt 
Fimmari og Real Madrid vs Arsenal

Skírisdag
kl. 14.00 til midnátt
Man United vs Lyon

Langa fríggjadag
kl. 18.00 til midnátt

19 apríl
kl. 13 til ? (stOVEtónar í bygdini og Ratchid spæla frá kl. 20.00)

Páskadag
Stongt

2. Páskadag
kl. 14.00 til midnátt

Swangah 10 mai

By Uncategorized

Hvat er Swangah?

Swangah er fyrsta heglingsælið í november og fyrsta ódnin í desember.

Tað sinnisreinsandi sjokkið, fólk uppliva, tá tey leypa á sjógv, kallast Swangah.

Swangah er munurin millum alment stuðlaðan yrkingaupplestur fyri kultursnobbum og
sjálvboðið battle rap í Illtonkt.

Swangah er at ganga upp á øll fjøll í Føroyum – um veturin.

Swangah er mentan í arbeiðshandskum og trygdarskóm.

Swangah er tað, sum skilir Havnina frá restini av Føroyum.

Swangah er eitt spark í reyvina á øllum, sum ikki vita, at tey treingja til tað.

– Sjúrður Skaale

roWan aka Róin Siggertsson 11 apríl

By Uncategorized

PIANOBARR
við dugnaliga roWan, ið kemur at undirhalda við Arnold Ludvig á bass ✨️

r0Wan aka Róin Siggertsson, er ein fantastiskur sangari og tulkari av kendum løgum, og er kanska tað tættasta vit føroyingar koma Motown 🙂

Keyp atgongumerki á kr. 210,- her á síðuni undir tiltøk.

Annika Hoydal 24 apríl

By Uncategorized

Hon er ein alda og hevur sett spor í sjógvin á føroyska mentanarpallinum í meira enn hálva øld, og í november fyllir hon 80 ár.
Talan er sjálvandi um Anniku Hoydal, sum hevur verið slóðbrótandi tónleikari og sjónleikari og ein fyrimynd í einari tíð, tá ið ungar føroyskar kvinnur bert tordu at droyma um at ganga aðrar leiðir enn tær siðbundnu.

Hon hevur búleikast í Føroyum, í Suðuramerika og seinastu mongu árini í Danmark. Enn er hon virkin og opin fyri nýggjum avbjóðingum. Saman við beiggjanum, Gunnar Hoydal, sála, hevur hon myndað tónlistarliga landslagið við sangum, sum eru fólkaogn her heima, og neyvan fer nøkur veitsla ella Ólavsøka framvið uttan at fjøldin trívir í sangin um Alduna, sum dregur og tekur um okkara iva.

Tað verður eitt brak av eini framførslu hetta kvøldið i Maggies, gomul og nyggj løg fara at runga ímillum áhoyrarnar og við sær á pallin hevur hon nakrar av sínum sen-monnum:

Benjamin Petersen: Sang og guitar
Bartal Augustinussen: Sang og guitar
Torleik Mortensen: Sang og Bass

Herborg Torkilsdóttir og Sámal Ravnsfjall 4 apríl

By Uncategorized

Medistarar og Pizzabakkar

Hittsongkvinnan Herborg Torkilsdóttir gav í 2019 fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum. Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg«, »Náttin var okay«, »Runt allar Føroyar« og aðrir.
Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga.

Sámal Ravnsfjall telist millum mest royndu føroysku tónleikararnar. Hann hevur spælt í bólkum, og hann hevur havt óteljandi framførslur sum solistur.
Sámal hevur spælt á mest sum hvørjum tanga, og eisini í útlandinum hevur hann ferðast sum tónleikari.
Tá ið hann spælir live, kann hann bæði tulka sangir hjá øðrum, framføra sangir, sum hann er landskendur fyri at syngja.

Við sær hava tey:
Henning Hjalt Nicodemussen á trummum
Eyðun Joannesen á bassi
Magni Husgaard á keybord
Høgni Fagraberg á guitari
Rakul Petersen – guitar og kór

Ratchid 19 apríl

By Uncategorized

Ratchid koma at undirhalda okkum í Maggies eftir at konsertirnar á stOVEtónum eru lidnar.

Teir spæla alkyns góðan cover tónleik og eisini okkurt heimabryggj. Tað verið seg bæði útlendskt og føroyskt.

Teir byrja at spæla kl. 20.00

MC Hár 28 mars

By Uncategorized

MC-Hár sigur Maggies farvæl

Endiliga fer MC-Hár aftur á pall. Hetta verður 28. mars í Maggies. Konsertin er fyrsta almenna framførslan hjá MC-Hár í meira enn eitt ár.

Seinasta MC-Hár konsert var beint fyri árskiftið fyrra árið í Blábar, og tað tók lítið meira enn ein dag at selja øll atgongumerkini til konsertina.

Hóast bólkurin, tá hevur rundað tey 34 árini, so hevur hann øll árini spælt konsertir javnan, og fleiri av limunum halda seg í form í øðrum bólkum.

Langa hárið er skift út við friseraðar og berar skallar, men tónleikurin er enn hin sami riffbaseraði rapprokkur, ið hevur borið bólkin fram øll árini, og sum hvørja ferð savnar trúfastu fjeppararnar, og sum ikki heilt sjáldan endar við einum regulerum yvirkroppaballi.

Manningin hevur verið tann sama í yvir 20 ár, og telur hon nakrar av okkara royndastu og dugnaligastu tónleikarum.

Niels Uni Dam á rappi og Rókur Jákupsson á sangi verða væl stuðlaðir av trygga botninum hjá Rana Hammershaimb Christiansen og Hera Reynheim. Teir báðir gittarleikararnir, Jens V. Jakobsen og Jonas Bloch Danielsen, syrgja fyri, at vit ongantíð gloyma at bólkurin er eitt barn av nítiárunum, og Tróndur Bogason skapar sínar garrvillu ljóðmyndir á tangentunum.

Gamaní er nógv voks farið í hárið síðan MC-Hár debuteraði við einari spontanari framførslu á Ebenezertrappuni 16. februar í 1991. Ella síðan bólkurin spældi sína fyrstu ólavsøkukonsert 27. juli í 1992, gav lagið Symphony of Irony út í 1996, heildarútgávuna “Framvegis uttan vit” í 1998, gjørdist nummar trý í Prix Føroyum í 1999 og gav EP’ina “Burn Me” út sama ár, og headlineaði fyrsta G! Festivalin í 2002. Men at døma eftir framførsluni í Blábar, so er bólkurin betri enn nakrantíð.

– Tá Maggies nú gevst, so hava vit einki annað val, enn at koma á gátt at siga farvæl, sigur Rókur Jákupsson, ið kom uppí bólkin til ólavsøkukonsertina í 2001, saman við navnframa Maggies vertinum Terja Rasmussen. Tað gjørdist tó bert tann eina konsertin, at hesir báðir tóku sær av harmoniiunum saman. Men Rókur vónar, at Terji er til reiðar at syngja kór í Andalig samvera, tá MC-Hár vitjar Maggies.

Atgongumerki í sera avmarkaðari nøgd fáast nú og til uppi er.

 

HEBBBH-A 29 og 30 august

By Uncategorized

HEBBBH-A er bólkur stovnaður til Gníst í Nólsoy 2021.

HEBBBH-A spæla 80 ára tónleik, har løg sum Africa hjá TOTO, Alone hjá Heart, I want to break free hjá Queen við meira, verða framførd. Konsertin varar áleið ein tíma.

Tey í mannað bólkin eru:
Heri Reynheim “Bass” – Edith Dahl Jakobsen “sang” – Bjarni Lisberg “piano” – Bjarni Hansen “guitar” – Brian Hansen “keyboard” – Hjørtur Háberg “trummur” og Allan Tausen “guitar”.

Jazzygold 4 apríl

By Uncategorized

Kom til eina serstaka útgávukonsert við jazzygold í Maggies

Tann 4. apríl 2025 verður Maggies karmur um eina serstaka konsert við jazzygold, ið nú endiliga fer at spæla heima í Føroyum eftir at hava ferðast runt í Evropa við sínum tónleiki. Hetta kvøldið fer hon at hátíðarhalda útgávuna av síni debut-EP, it’s been a while, sum verður útgivin tann 14. februar.

EP’in it’s been a while er ein søga um tilveru, kenslur og samleika. Hon inniheldur seks sterkar sangir, ið varpa ljós á ferðina hjá jazzygold gjøgnum lívið – frá røtrunum í Føroyum og Kenya og til hennara nógvu upplivingar í heiminum. Sangirnir spegla bæði tað vakra og tað torføra, við einari ljóðmynd, sum blandar popptónleik og r&b. Millum teirra eru “homerun,” “ex-friends,” og tað nýggjasta staklagið ‘’gold’’.

jazzygold er longu eitt kent navn uttanlands og hevur framført á stórum pallum í Bretlandi, Íslandi, Hollandi og Noregi. Hon hevur bygt sær eitt navn sum ein listakvinna, ið torir at seta orð og tónar á tað svárasta, og hetta hevur eisini givið henni eina tilnevning til FMA 2024 fyri “Ársins spíri’’.

Við sær í Maggies hevur hon Vinjar á keys og Harald á trummum.

Hetta er bara byrjanin á einum spennandi 2025 fyri jazzygold – men byrjanin byrjar her, saman við tær, í Maggies.

Kom og uppliv eina einastandandi tónlistarliga ferð og hátíðarhald!